Illgruni um falskar koronukanningar hjá Djokovic

Ein kanning hjá BBC vísir, at ósamsvar er í seriunumrunum í koronukanningunum, ið Djokovic lat australsku myndugleikunum

Steinar Patursson
28. januar 2022 kl. 11:30

Ivamál hava nú stungið seg upp um positivu koronukanningina, ið Novak Djokovic lat australsku myndugleikunum undan Australian Open kappingini fyri at sleppa inn í landið.

Positiva koronukanningin skuldi eftir ætlan geva Novak Djokovic undantaksloyvi at sleppa inn í Australia, hóast hann ikki er koppsettur, men seriunummarið á positivu kanningini frá 16. desember sær út til at vera úti av røð samanborið við stikkroyndir, ið BBC hevur tikið frá serbiskum koronukanningum hetta tíðarskeiðið.

Seriunummarið er eisini hægri enn seriunummarið á seinnu kanningini, ið vísti, at hann var negativur seks dagar seinni.

Tá avtornaði, slapp Djokovic ikki inn í landið, men hetta varð av øðrum orsøkum.

BBC vísir á, at millum skjølini, ið advokatarnir hjá Djokovic lótu einum australskum rætti, eftir at Djokovic hevði fingið noktað innfararloyvi til Australia, vóru tvær PCR kanningar, onnur frá 16. desember, ið vísti positivt úrslit, hin frá 22. desember, ið vísti negativt úrslit.

Ein týskur kanningarbólkur, Zerforschung, fekk fyrst eyga á, at seriunummarið á fyrru kanningini var hægri enn seriunummarið á seinnu kanningini, og týska blaðið Der Spiegel almannakunngjørdi tíðindini.

BBC hevur síðani fingið fatur á dátum frá so nógvum serbiskum kanningum frá tíðarskeiðnum sum møguligt fyri at síggja, um seriunumrini vórðu gjørd í kronologiskari tíðarrøð.

Úrslitini hjá BBC vísa, at jú lægri seriunummar koronukanningin hevur, fyrr er hon gjørd. Einasta koronukanningin, ið ikki samsvaraði, var positiva kanningin hjá Djokovic frá 16 desember, sum sambært útrokningini hjá BBC hevði passað inn í eitt tíðarskeið millum 25. desember og 28. desember.

Tað kundi hugsast, at ymiskar kanningarstovur í Serbia hava ymiskar røðir av seriunumrum, men sambært BBC er einki, ið bendir á, at tað er soleiðis. Eisini vísir BBC á, at hóast koronukanningarnar hjá Djokovic vórðu gjørdar á tveimum ymiskum kanningarstovum, vóru stikkroyndirnar hjá BBC eisini frá báðum kanningarstovunum, og tær passaðu í kronologiskan ordan.