Google: Avlop uppá 500 milliardir krónur

Móðurfelagið hjá Google hevði eitt óvanliga gott roknskaparár í 2021. Umsetningurin øktist við 41 prosentum og avlopið gjørdist 76 milliardir dollarar. Tað svarar til 500 milliardir krónur

Sveinur Tróndarson
2. februar 2022 kl. 11:50

Tað er eingin loyna, at teir heilt stóru tøknirisarnir hava undanvind – og hava havt tað í fleiri ár.

Tað sæst millum annað í roknskapinum fyri 2021 hjá Alphabet, ið er felagið, sum eigur Google og Youtube. Felagið almannakunngjørdi týskvøldið roknskapin fyri fjórða ársfjórðing í fjør, og hann vísir, at avlopið hjá felagnum nærum tvífaldaðist samanborið við árið frammanundan. Í 2020 hevði Alphabet eitt avlop uppá 40,3 milliardir dollarar, men nú roknskapurin fyri 2021 er liðugur vísir hann eitt avlop uppá 76 milliardir dollarar.

Umsetningurin hjá felagnum øktist við 41 prosentum samanborið við 2020, og tað er ein ógvuslig øking samanborið við júst vøksturin frá 2019 til 2020. Tá øktist umsetningurin bara við 13 prosentum, so talan hevur veruliga verið um eitt framúr gott ár í 2021.

Serliga fjórði ársfjórðingur var góður fyri Alphabet. Umsetningurin øktist við 32 prosentum til 75 milliardir dollarar, og tað var nógv meira enn greinarar høvdu roknað við frammanundan.

Positiva gongdin sæst eisini á kursinum í keypskálunum, tí eftir roknskapartíðindini hækkaði kursurin við sjey prosentum.

Google er tað felagið í heiminum, sum heintar flest lýsingarkrónur inn uppá internetlýsingar, men tað er bara ein partur av virkseminum hjá Alphabet. Felagið eigur eisini Google Cloud og framleiðir eisini Pixel snildfonirnar, so har er eitt sindur av hvørjum, sum hálar rættan veg.

Og tað skal tað eisini, tá talan er um eitt avlop upp á 500 milliardir krónur…