Sambært Heimsheilsustovninum, WHO, so gevur tað ikki longur meining at londini hava ferðaavmarkingar í gildi. Ferðaavmarkingarnar eru ikki nóg effektivar fyri at basa koronusmittuni, nú Omikron-frábrigdið gongur sína gongd.
Tað skrivar The Guardian.
Hóast vit í Føroyum hava strikað koronupassið, so eru tað enn fleiri lond, har tú skalt hava koronupass ella hava eina negativa kanning, áðrenn tú fært loyvi til at ferðast inn í landið.
Í Føroyum er tilmælið, at øll ferðandi eiga at fara í heimauppihald til úrslitið frá kanningini tveir dagar eftir komu er tøkt.
Um tú ert liðugt koppsett/ur (innan seinasta árið) ella hevur havt covid-19 (innan seinastu seks mánaðirnar), eigur tú eisini at fara í heimauppihald og lata teg kanna tveir dagar eftir komu til Føroyar.
Kemur tú frá einum landi við høgum smittutrýsti, eigur tú at fara í tíggju daga heimauppihald. Hetta heimauppihald kann styttast, um tú hevur eina negativa PCR-kanning, sum er tikin í minsta lagi seks dagar eftir komu til Føroya.
Í Danmark er tað til dømis krav um, at ferðandi inn í landið, sum ikki hava fastan bústað í Danmark, skulu vísa eina negativa kanning fyri at sleppa inn í landið – eisini hóast ein er koppsettur.
Sambært WHO elva ferðaavmarkingar til “fíggjarligt og sosialt trýst í ávísum londum”, og tað kann vera við til at lond aftra seg við at boða frá einum nýggjum frábrigdi, skuldi tað hent seg, at eitt nýtt frábrigdi tók seg upp.
WHO mælir tí til, at ferðaavmarkingar, sum eitt nú krav um heimauppihald ella koronupass, bert skal setast í verk út frá einari ítøkiligari váðameting.