Djokovic hevði brotið sóttarhald

Meðan australska stjórnin umhugsar at senda Novak Djokovic av landinum aftur, hevur Djokovic játtað, at hann hevur hitst við tíðindafólki, meðan hann hevði korona

Steinar Patursson
12. januar 2022 kl. 10:55

Novak Djokovic játtar nú, at hann hevur brotið koronusóttarhald og hevur gjørt samrøðu við eitt tíðindafólk, hóast hann var kannaður positivur fyri koronu.

Boðini frá Djokovic koma, samstundis sum australska stjórnin umhugsar at senda Djokovic av landinum aftur.

Djokovic greiddi sjálvur frá sóttarhaldsbrotinum á sínum instagram vanga, og endamálið við uppslagnum var sambært Djokovic at rætta ta ”misinformatión”, sum er um hann og hvar hann hevur verið.

Í uppslagnum sigur Djokovic, at hann hittist við einum tíðindafólki frá L’Equipe, hóast Djokovic hevði korona, og at Djokovic valdi at hava samrøðuna, tí hann vildi ikki skuffa tíðindafólkið. Djokovic legði dent á, at hann var allatíð í munnbindi, og at teir báðir hildu frástøðu. BBC sigur, at tíðindafólkið, Franck Ramella, hevur váttað hetta.

Harumframt er tað eisini vorðið greitt, at Djokovic hevur ikki sagt satt á ferðaskjølunum, ið hann fylti út, tá hann kom til Australia. Á ferðaskjølunum varð gjørt greitt, at hann hevði ikki ferðast aðrastaðni seinastu 14 dagarnar. Sambært instagram vanganum hjá Djokovic hevði hann kortini verið bæði í Spania og heimlandinum Serbia seinastu 14 dagarnar.

Djokovic vil kortini vera við, at talan er um ein fótfeil frá agentinum, sum hevði sett kross í skeivan teig, og at hetta var ikki við vilja.

Djokovic kom til Australia 6. januar, men varð afturhildin á flogvøllinum, tí onkur viðurskifti vóru ferðaskjølunum, sum ikki vóru røtt. Djokovic er ikki koppsettur og hevði tí biðið um undantaksloyvi grundað á, at hann fyri stuttum hevði verið sjúkur við koronu.

Marknamyndugleikarnir góvu síðani Djokovic boð um at sleppa sær av landinum aftur, men eftir at toymið hjá Djokovic kærdi avgerðina, avgjørdi ein dómari, at Djokovic hevði verið órímiligani viðfarin og at avgerðin hjá marknamyndugleikunum tí skuldi broytast.

Alt er kortini ikki avgreitt enn, tí immigratiónsráðharrin í Australia, Alex Hawke, hevur heimild at senda Djokovic av landinum aftur, millum annað grundað á persónleikan hjá Djokovic, men tað er framvegis ikki greitt, hvat hann ætlar sær at gera.

Novak Djokovic hevur vunnið Australian Open kappingina níggju ferðir, teirra millum tríggjar seinastu ferðirnar. Djokovic hevur eisini vunnið 20 grand slam kappingar, og hevur tí harrametið saman við Rafa Nadal og Roger Federer, sum eisini hava vunnið 20 grand slam kappingar í part.

Australian Open í ár er tí upplagda høvið hjá Djokovic at leggja seg á odda í talinum á grand slam kappingum, tí Roger Federer er burtur við skaða, og Nadal er júst komin á tourin aftur eftir skaða.

Australian Open byrjar mánadagin.