Djokovic partur av dráttinum

Tennis Australia heldur í øllum førum, at Novak Djokovic sleppur at spæla, nú Australian Open fer av bakkastokki mánadagin, tí hann er ein av teimum 128, ið hava fingið pláss í dráttinum. Allir toppseedaðu spælararnir hava lutfalsliga lætta byrjan, og tveir teir hægstu spælararnir hittast í 1. umfari

Steinar Patursson
13. januar 2022 kl. 19:00

Tað er nú greitt, at Novak Djokovic telist millum menninar, ið standa á dráttinum til Australian Open.

Tennis Australia hevur í dag almannakunngjørt part av dráttinum til fyrsta umfar í kappingini, iðhar sæst, at Novak Djokovic stendur fremstur og skal spæla móti landsmanninum Miomir Kecmanovic.

Men hóast Djokovic í løtuni stendur til at spæla í fyrsta umfari, hevur australski immigratiónsráðharrin framvegis ikki tikið avgerð um, hvørt hann ætlar at senda Novak Djokovic úr landinum aftur.

Novak Djokovic er ikki koppsettur og mátti tí biðja um undantaksloyvi til at sleppa inn í Australia at spæla í Australian Open. Undantaksloyvið hjá Djokovic hevði sum grundarlag, at hann hevur júst verið smittaður við koronu, og hetta varð í fyrstu syftu góðtikið av australska heilsuráðnum, ið viðger tílíkar umsóknir.

Tá Djokovic kom til Australia, varð hann kortini afturhildin við markið og settur í immigratiónskarantenu, áðrenn markamyndugleikarnir góvu honum boð um, at hann mátti fara úr landinum aftur, tí óskil var í ferðaskjølunum hjá honum.

Djokovic kærdi málið, og ein rættur valdi síðani at geva honum viðhald.

Australski immigratiónsráðharrin hevur kortini heimild at senda hann av landinum aftur, millum annað grundað á persónleika, og hetta verður framvegis viðgjørt í immigratiónsmálaráðnum.

Úrslitini frá undankappingini eru ikki klár enn, og tí eru framvegis fleiri nøvn, ið vanta á endaliga dráttinum.

Øll hini nøvnini, íroknað wild cards, eru tó klár, og úr rúgvuni kann nevnast, at Alexander Zverev spælir móti landsmanninum Daniel Altmaier, Hubert Hurkacz spælir móti Egor Gerasimov, Rafa Nadal móti amerikanska Marcos Giron, Kasper Ruud móti Alex Molcan, Stefanos Tsitsipas móti svenska Michael Ymer, Rublev móti Gianluca Mager og Daniil Medvedev møtir Henri Laaksonen.

Harumframt er kanska vert at nevna, at tveir teir hægstu spælararnir á ATP tourinum, amerikanski Reilly Opelka og suðurafrikanski Kevin Anderson, hittast í fyrsta umfari.

Trýst á myndirnar niðanfyri fyri at síggja allan dráttin.