Breivik vil royndarleyslatast – brúkti naziheilsanina

Alt norska samfelagið hevur eyguni vend móti fimleikahøllini í fongslinum í Skien, sum næstu tríggjar dagarnar er karmur um rættarmálið, sum yvirgangsmaðurin, Anders Behring Breivik, hevur reist, nú hann hevur sitið í tíggju ár

Sveinur Tróndarson
18. januar 2022 kl. 14:15

Er Anders Behring Breivik egnaður til at vera royndarleyslatin, ella er hann framvegis vandamikil?

Tað er tað, sum rætturin skal taka støðu til, nú norski yvirgangsmaðurin hevur sitið fongslaður í tíggju ár av forvaringsdóminum uppá 21 ár, sum hann fekk í 2012, tá hann varð dømdur fyri tær ógerðir, sum hann gjørdi, tá hann tann 22. juli í 2011 fyrst sprongdi eina bumbu, sum drap átta fólk, í stjórnarøkinum í Oslo og síðan myrdi 69 fólk á oynni Utøya, har ungdómsfylkingin hjá arbeiðarunum (AUF) hevði summarlegu.

Norska rættarskipanin er soleiðis skrúvað saman, at ein fangi, tá hann hevur sitið í tíggju ár, kann søkja um at verða leyslatin. Tað er eisini galdandi fyri fangar sum Anders Behring Breivik, og tí hevur hann nú reist málið í rættarskipanini.

Norska krinvarpið, NRK, skrivar á heimasíðu síni um rættarmálið, og tað sama gera aðrir miðlar, tí enn sum áður fær norska tjóðin ilt av at verða mint á tað, sum Breivik gjørdi á sinni.

Miðlarnir vænta ikki, at hann fær sín vilja, og tað er synd at siga, at hann styrkti sína egnu sak tá hann kom inn í rættarhølið fyrrapartin, tí tá hevði hann fyrst ein seðil hangandi á klædninginum, har tað stóð “Stop your genocide against our white nation”, harumframt hevði hann eisini klistrað boðskapin á teldutaskuna, sum hann hevði við sær, og fyri at gera ilt verri, heilsaði hann miðlunum við naziheilsanini, tá hann vísti miðlunum boðskapin.

Eisini undir sjálvum rættarmálinum royndi hann at provokera boðskapin fram, men tá fleyt bikarið yvir hjá Dag Bjørvik, dómara, sum bað hann gevast alt fyri eitt.

Tað er ikki fyrstu ferð, at Breivik er í rættinum síðan hann varð dømdur á sinni. Í 2016 og í 2017 kærdi hann seg um viðurskiftini, sum hann situr fongslaður undir, men hann tapti bæði tey rættarmálini.

Nú er hann so aftur í rættinum, men miðlarnir vænta ikki, at hann fær viðhald í hesum málinum heldur.