Tvey Norðurlond eru minst spilt av mutri

Danmark og Finnland eru, saman við Ný Sælandi, lond, har tað er minst korruptión í samfelagnum, sambært Transparency International

Sigurjón Einarsson
25. januar 2022 kl. 09:50

Í morgun hevur felagsskapurin Transparency International almannakunngjørt yvirlit yvir korruptión kring heimin. Norðurlond eru í toppinum, meðan nøkur “miseydnað ríki” eru í botninum.

Á einum deildum fyrsta plássi eru Danmark, Finnland og Ný Sæland, sum verða sædd sum lond, har tað er minst korruptión í samfelagnum. Síðan koma Norra, Singapore og Svøríki. Tað vil siga, at fýra Norðurlond eru í topp seks yvir lond, har tað er minst korruptión í samfelagnum.

Hyggja vit í hin endan – tann minni stuttliga endan – so síggja vit lond, sum eitt nú Afganistan, Norðurkorea, Jemen, Venesuela, Somalia, Sýria og Suðursudan, sum liggur niðast. Felags fyri flest hesi londini eru, at tey eru sonevnd miseydnað ríki. Tað eru statir, sum politiskt, sosial, hernaðarliga ella fíggjarliga ikki eru før fyri at standa á egnum beinum.

Vísitølini eru grundað á kanningar hjá serfrøðingum og arbeiðsleiðarum og teirra fatan av, hvussu korruptión ger seg galdandi í almenna geiranum í einum landi.

Listin er gjørdur yvir 180 lond í heiminum. Føroyar eru ikki við á listanum.