Partygate: Boris Johnson hevur fingið sínar egnu ímóti sær

Parlamentslimir í Konservativa flokkinum í Bretlandi samla í hesum døgum undirskriftir til eina misálitisváttan móti sínum egna formanni og forsætisráðharranum, Boris Johnson

Sigurjón Einarsson
19. januar 2022 kl. 16:04

Tað ridlar av álvara undir Boris Johnson, bretska forsætisráðharranum, eftir at tað er komið fram, at veitslur hava verið hildnar á embætisbústaðnum hjá Boris Johnson, Downing Street 10.

Sambært bretska miðlinum The Guardian, so er ein bólkur av parlamentslimum í Konservativa flokkinum - hansara egna flokki - í holt við at samla undirskriftir til eina misálitisváttan móti sínum egna formanni, Boris Johnson.

The Guardian skrivar, at hesin bólkur í Konservativa flokkinum kemur frá ymsum pørtum av flokkinum. Hesi halda, at tey kunnu samla nokk av undirskriftum, áðrenn kanningarnevndin, sum í løtuni kannar forsætisráðharran og hvat veruliga gekk fyri seg í havanum í nummar tíggju, sum bretar bara nevna Downing Street, eftir at tað er komið fram, at embætisfólk hildu veitslu har, meðan restin av Bretlandi var lukkað niður.

Sambært einum parlamentslimi, sum The Guardian hevur verið í samband við, hevur bólkurin longu savnað umleið 20 undirskriftir. Tað skulu í alt vera 54 undirskriftir fyri at seta fram eina misálitisváttan.

Fyrrverandi høgra hondin hjá Boris Johnson, Dominic Cummings, hevur sagt við bretskar miðlar, at forsætisráðharrin fekk eina ávaring frá tveimum embætisfólkum, um ikki at halda veitsluna 20. mai í fjør. The Guardian vil eisini vera við, at Dominic Cummings er innkallaður til samrøðu av kanningarnevndini – The Gray Inquiry – sum skal koma við síni frágreiðing í næstu viku.

Í sjónvarpssamrøðu í gjárkvøldið, vísti forsætisráðharrin uppáhaldinum hjá sínum fyrrverandi ráðgeva aftur, at hann varð gjørdur kunnugur við veitsluna í Downing Street 10. Eingin ávaraði hann um, at hann og tey umleið 40 fólkini, brutu koronureglarnar, sum hann sjálvur hevði sett í gildi fyri restina av Stórabretlandi.

Forsætisráðharrin segði fleiri ferð í samrøðuni, at hann ikki kann útihýsa, at hann fer frá. The Guardian siterar eisini fleiri parlamentslimir fyri at siga, at Boris Johnson heldur velur at fara frá, enn at eitt uppskot um eina misálitsváttan á hann verður samtykt.

Her er brot úr sjónvarpssamrøðuni í gjárkvøldið, har ein sera trýstur forsætisráðharri má standa til svars, at ein veitsla varð hildin á nummar tíggju dagin fyri, at Philip prinsur fór til gravar: