Joe Rogan lovar javnvág í koronusamrøðum

Heimsins størsta podcast, The Joe Rogan Experience, hevur seinastu mánaðirnar verið fyri ógvisligum atfinningum fyri at bera fram skeiva kunning um koronu og koppsetingar. Joe Rogan lovar nú, at meira javnvág verður í gestalistanum

Steinar Patursson
31. januar 2022 kl. 16:50

Heimsins mest vælumtókti podcastari, Joe Rogan, hevur lovað, at frameftir fer hann at gera meira fyri at fáa meira javnvág í sítt podcast, The Joe Rogan Experience.

Rok hevur tikið seg upp seinastu vikuna, eftir at bæði Neil Young og Joni Mitchell hava biðið stroymingartænastuna Spotify um at taka tónleik teirra úr kataloginum.

Joe Rogan skrivaði fyrraárið undir sáttmála við Spotify fyri 100 milliónir dollarar, ið gav Spotify einkarrætt at hýsa hansara podcast. Seinasta árið hevur Joe Rogan kortini fleiri ferðir verið í skotmálanum fyri hansara viðgerð av koronufarsóttini og koppsetingum, og serliga tveir gestir hansara, Peter McCullough, lækni, og Robert Malone, immunologur, hava elvt til øsing.

Báðir teirra hava greitt frá teirra meiningum, ið eru í andsøgn við tað, sum almennir heilsustovnar, teirra millum amerikanska Center for Disease Control, mælir til.

Hetta fekk síðani Neil Young atbiðja Spotify taka burtur tónleik hansara, og nakrar dagar seinni gjørdi Joni Mitchell júst tað sama.

Og Joe Rogan hevur á instagram greitt frá, at hann ætlar nú at gera meira fyri at fáa fólk við ymiskum meiningum á podcastið, ið hevur í miðal 11 milliónir lurtarar hvørja ferð.

- Mítt lyfti til tykkara er, at eg fari at gera mítt besta fyri at fáa meira javnvág í hesi umstríddu sjónarmiðini við sjónarmiðum frá øðrum fólki, soleiðis at vit kunnu fáa eina betri fatan, segði Joe Rogan í einum langan videobroti á instagram.

Hóast Joe Rogan  sjálvur hevur greitt frá, at hann nýtti umstrídda ormakurin, Ivermectin, tá hann fekk korona, hevur hann gjørt greitt, at hann er ikki ”anti-vaxxari”, og at hann heldur, at koppsetingar eru tryggar.

Í kjalarvørrinum á ónøgdini um tilfarið hjá Joe Rogan hevur Spotify boðað frá, at frameftir verður ein ávaring knýtt at øllum tilfari, ið hevur við koronu at gera.