Teir báðir undirvísararnir á Copenhagen Business School, Ole Bjerg og Rasmus Hougaard Nielsen, sum noktaðu at undirvísa, so leingi sum koronupass var krav á universitetinum, hava nú sagt upp.
Tað váttar Copenhagen Business School í svari til DR.
Bæði Ole Bjerg og Rasmus Hougaard Nielsen undirvístu í makroøkonomi.
Tað vakti ans, tá teir báðir í telduposti undan semesterbyrjan greiddu næmingum sínum frá, at teir høvdu ikki ætlanir um at undirvísa, so leingi sum skúlin hevði krav um koronupass, og at koronupassið fyri teir var at rokna sum jødapassið, ið varð brúkt undan øðrum heimsbardaga.
Við DR hevði Rasmus Hougaard Nielsen eisini sagt, at hann metti, at tað kundi hugsast at vera ein revsiverd ger at undirvísa, samstundis sum at koronupass var krav.
- Tú noyðir tey lesandi til antin at verða kannað ella koppsett, og har kunnu vera næmingar, sum standa eftir við sálarligum meini ella kropsligum árinum, og tað vil eg ikki standa til revsirættarliga ábyrgd fyri, segði hann við DR.
Uppsøgnin hjá teimum báðum Hougaard Nielsen og Bjerg hevur kortini onga ávirkan á lestrartilgongdina hjá næmingum teirra, og undirvísingin heldur fram sum vant við øðrum undirvísara, upplýsir CBS fyri DR.