Fyri umleið hundrað árum síðan vóru armenar fyri fólkadrápi í Osmannaríkinum. Við skipaðari fyribeining og burturrakstri vórðu millum eina og hálva aðru millión armenar fyribeindir árini frá 1915 til 1918.
Tey, sum høvdu ábyrgdina í osmanniska ríkinum, sluppu undan rættarsókn, og enn tann dag í dag stríðast armenar um allan heim fyri, at fólkamorðið skal verða viðurkent og minnið um brotsverkini tryggjað.
Armenska fólkamorðið verður eisini nevnt “Tað gloymda fólkamorðið”, tí tað fyllir ikki nógv í søgubókunum. Eisini er armenska fólkamorðið vorðið umrøðuevni fyri umfatandi orðadrátti, serliga millum Turkaland og Armenia. Fleiri lond viðurkenna hendingarnar sum fólkamorð, men tað sýtir Turkaland fyri.
Fyri fleiri ES-lond er tað ein treyt, at Turkaland viðurkennir fólkadrápið, skal Turkaland gerast limur í ES.
Hetta var eisini næsta fólkadrápið í 20. øld. Tað fyrsta var í Namibia í árunum frá 1904 til 1908, tá 70.000-80.000 fólk doyðu, ið skuldi vísa seg at verða aðalroyndin hjá týskum við kz-legum undir seinna heimsbardaga.
Dagurin hildin í Salt
Tvøroyrar skúli er lokalur vertur fyri tiltakinum, sum fer at bjóða øllum skúlum og áhugaðum vælkomnum. Pallur fyri tiltakinum í ár er mentanarhúsið Salt, har eisini stroymt verður frá.
Støðið verður millum annað tikið í frásøgn frá armenska Serj Tankian, ið er sangari í heavy rock bólkinum System of a Down. Hann hevur lovað armenska abbanum, at hann aldri skal gloyma fólkadrápið, sum núverandi Turkaland setti í verk móti armenska fólkinum. Báðar ommurnar og báðir abbarnir hjá Serj yvirlivdu.
Ólavur í Geil, sum samskipar tiltakið, tosar við armenska sangaran.
Eisini sigur ein armenskur journalistur frá um støðuna í Nútíðararmenia.
Uppgávur eru gjørdar á holocaust temasíðuni hjá Nám, sum Sámal Matras Kristiansen hevur gjørt um landið í dag.
Prát er eisini við Tóru Petersen, sum greiðir frá, hvørjir sálarfrøðiligar faktorar gera seg galdandi, tá vit skulu finna syndabukkar í eini roynd at skilja millum okkum og hini.
Øll kunnu fylgja við, tá Holocaustdagurin verður hildin fyri skúlanæmingum í Salti hósdagin frá klokkan 10 til 11:30.
Temasíðan hjá Námi við tilfari um Holocaustdagin sæst her.