Russland fer at hava hernaðarvenjing nærhendis írsku strondini

Írska stjórnin er stúrin um russiska hernaðarvenjing, sum er fráboðað at vera í altjóða sjógvi á útsynningsleiðini úr Írlandi

Sigurjón Einarsson
26. januar 2022 kl. 08:52

Russland/Írland: Russland hevur boðað Írlandi frá, at russar hava ætlanir at hava eina herflotavenjing í altjóða sjógvi við Írland.

Tað upplýsti írski uttanríkisráðharrin, Simon Coveney, fyri Reuters mánadagin.

Hann legði afturat, at ein tílík venjing ikki verður heilsað vælkomin í økinum, men at Írland einki kann gera fyri at forða Russlandi at hava hernaðarvenjing.

– Tað er ikki í okkara makt at forða tí, men eg havi gjørt tað greitt fyri russiska sendimannin í Írlandi, at hetta hóvar okkum ikki. Hetta er ikki løtan at økja spenningin millum eystur og vestur, segði Coveney.

Ætlaða herflotavenjingin verður væntandi fyrst í februar umleið 240 kilometrar í ein útsynning úr Írlandi í altjóða sjógvi.

Men venjingin verður innanfyri írska loftrúmið, so øll vanlig flogferðsla verður beind burtur frá økinum, har væntaða russiska venjingin verður.