Russland ger møguliga innrás í Ukraina

USA stúrir fyri, at Russland fyrireikar eina hernaðarliga innrás í Ukraina.

Kristian Waag Dam
16. januar 2022 kl. 11:02

Fyrr í vikuni vóru fleiri diplomatiskir fundir millum vesturheimin og Russland hildnir, har fundast varð um spentu støðuna millum Russland og Ukraina, men ongin loysn var funnin. Var støðan millum grannalondini spent áðrenn diplomatisku fundirnar, so er hon enn spentari nú.

Sambært amerikanarum, so hava teir nú upplýsingar, sum prógva, at Russland er í holt við at pallseta eitt álop ella eina provokatión mótvegis Ukraina, ið síðan kann nýtast sum undanførsla hjá Russlandi at gera innrás í Ukraina. Russland vísir ákærunum aftur.

-  Uttan at fara niður í smálutirnar, so hava vit upplýsingar, ið prógva, at Russland longu nú, arbeiðir virkið fyri, at skapa undanførslur, so at teir hava møguleika at gera innrás. Soleiðis segði John Kirby, ið er talsmaður fyri Pentagon, við altjóða miðlar fríggjadagin. John Kirby vísti eisini á, at enn er tíð til diplomati. Haraftrat meti hann ikki, at Putin enn hevur tikið endaliga avgerð, um at gera innrás í Ukraina.

- Vit hava vitan, ið bendir á, at russar longu nú hava njósnarar í Ukraina, sum skulu fyrireika eina pallseta ukrainska provokatión. Soleiðis segði Jen Psaki, talskvinna fyri tey Hvítu Húsini, við altjóða miðlar fríggjadagin.

Sambært Jen Psaki, so er talan um eina sokallaða ‘false flag-operation’, sum Russland er í holt við . ‘false flag operation’, er eitt álop, ið ein ger mótvegis sær sjálvum og hareftir ákærir mótstøðufólkini fyri álopið. Sambært Jen Psaki, so er hetta tað sama amboðið, sum var nýtt í 2014, tá Russland gjørdi hernaðarligt innrás í Krim-hálvoynni.

Spenta støðan millum Russland og Ukraina kemur ikki av ongum. Russland og Ukraina vóru bæði ein partur Sovjetsamveldinum. Tískil hava Russland og Ukraina fleiri søguligar og mentanarligar felagsnevnarar. Eitt nú var Krim-hálvoyggin partur av russiska partinum av Sovjetsamveldinum fram til 1954, tá avgerð var tikin um at leggja Krim-hálvoynna undir ukrainska partin av Sovjetsamveldinum. Eftir at Sovjetsamveldið var upployst, var avgerð tikin um, at Krim-hálvoyggin skuldi halda áfram at vera partur av Ukraina. Krim-hálvoyggin var partur av Ukraina fram til 2014, tá Russland gjørdi innrás og tók valdið á Krim-hálvoynni. Síðan Russland tók Krim-hálvoynna frá Ukraina, hevur sambandið millum londini verið spent. Av tí sama hevur Ukraina ynskt eitt tættari tilknýti til vesturheimin, men hettar vil Russland ikki. Tískil hava Russland biðið NATO, um ongantíð at loyva Ukraina at gerast partur av NATO, men hetta vil NATO ikki ganga við til.

Hendingin í 2014 hevur eisini borið við sær, at russiskir hermenn javnan hava verið á markinum millum Russland og Ukraina, tó er talið av hermonnum vaksið nógv í seinastuni. Í løtuni eru 100.000 russiskir hermenn við markið millum Russland og Ukraina. Tískil stúra fólk, bæði í Kiev, men eisini í vesturheiminum fyri, at Russland, er í holt við at gera hernaðarligt innrás í Ukraina. 

Fríggjadagin var Ukraina haraftrat rakt av einum netálopið (cyberattack), ið Ukraina hevur ákært Russland at standa aftanfyri. Bæði USA og NATO hava fordømt álopið.