Ítróttur
Sleptu hondbremsuni og vunnu 2-1
Álopsspælið hevur sæð heldur tannleyst út tveir teir fyrru dystirnar í Nations League, men móti Litava sóu vit meira av tí beinleiðis álopsspælinum, ið landsliðsvenjarin hevði boðað frá til hesa kappingina
Ítróttur
Tríggjar broytingar í byrjanaruppstillingin hjá Føroyum
Føroyar hava heimavøll móti hinum botnliðnum í bólki eitt í deild C, Litava, har ein sigur mestsum er eitt krav, skulu Føroyar varðveita plássið í deild C. Landsliðsvenjarin heldur fast við 4-4-2 spæliskipanina, men tað eru tríggjar broytingar í mun til dystin móti Luksemborg
Ítróttur
Tann tíggjundi dysturin millum Føroyar og Litava
Landsdysturin millum Føroyar og Litava leygardagin verður tann tíggjundi millum londini. Fyrsti dysturin var í oktober í 1998, og úrslitið gjørdist tá javnleikur 0-0. Í 2009 vunnu Føroyar 2-1 við málum frá Súna Olsen og Arnbirni Hansen
Ítróttur
Heðin Hansen boðsendur til landsliðið
Håkan Ericson hevur sent boð eftir Heðini Hansen úr HB, sum skal avloysa Sølva Vatnhamar, ið hevur fingið leikbann í tríggjar dystir fyri reyða kortið móti Luksemborg
Ítróttur
Flogbóltssamband Føroya sett úrvals- og menningarleiðara
Flogbóltssamband Føroya hevur seinastu tíðina tikið nógvar stórar avgerðir og síðsta stigið er at seta ein úrvals- og menningarleiðara í starv. - Hetta skal verða við til at hækka stigið á føroyska úrvalsflogbóltinum, økja tilgongdina av nýggjum leikarum og seta gongd í menningina av ungum flogbóltsleikarum, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi
Heimatíðindi, Ítróttur
Sunnudagin verður marathon í Havn
Tey gera tað í Reykjavík, í Stockholm og enntá í Nuuk – tey renna marathon í býnum. Í nógvum býum í øllum heiminum savnast tey um marathon renningina, og tað gera vit sjálvandi eisini í Tórshavn. Aftaná tvey ára marathonsteðg verður Føroya einasta marathon endiliga aftur
Ítróttur
Klæmint fer eftir metinum
Klæmint Andrasson Olsen byrjar inni í føroyska álopinum. Hann jakstrar málmetið, sum hann og Rógvi Jacobsen deila við tíggju málum í part
Ítróttur
Bara tríggir leikarar spæla í Luksemborg
Tað spæla bara tríggir leikarar í Luksemborg, ið eru við í hópinum móti Føroyum. Landsliðið hjá Luksemborg hevur ment seg nógv seinastu árini, men tað er eisini við góðari hjálp frá spælarum, sum eru nationaliseraðir. Tíðindamaður úr Luksemborg heldur, at Luksemborg endar sum nummar tvey í bólkinum
Ítróttur
U21 landsliðið kann skriva søgu
Um skamma stund byrjar dysturin hjá føroyska U21-landsliðnum ímóti Serbia. Talan er um týdningarmiklan dyst, av tí at eitt føroyskt met er upp á spæl. Eydnast tað føroyska U21-landsliðnum at vinna dystin, so vinna ungu føroysku menninir seg uppá 12 stig. Einki føroyskt U21 landslið hevur higartil fingið 12 stig
Ítróttur
Håkan: Allir mans eru tøkir
Heini Vatnsdal og Meinhard Egilsson Olsen vóru ikki tøkir til seinasta dyst, men landsliðsvenjarin boðar frá, at allir mans eru tøkir til dystin móti Luksemborg í annaðkvøld
Ítróttur
Wales tók plássið frá Ukraina
Hóast tey flestu ivaleyst vónaðu, at Ukraina kláraði at spæla seg til HM-endaspælið, sum verður í Qatar seint í ár, so var tað ikki nóg mikið, tí Wales fór avstað við plássinum, tá liðini dystaðust í Cardiff í dag
Ítróttur
Nadal er framvegis kongur í París
Rafa Nadal sló við sjeytummaseymi fast, at hann er kongurin í Roland-Garros, tá hann seinnapartin í dag bukaði norska Casper Ruud upp á einans tveir tímar og 18 minuttir. Nadal hevur nú sligið sítt egna met fyri flest grand slam meistaraheiti, nú hann hevur vunnið ikki færri enn 22 ferðir
Ítróttur
Hjálparvenjarin: Vónandi fara heimaáskoðararnir at venda sær móti sínum egnu leikarum
Eli Hentze, hjálparvenjari hjá føroyska A-landsliðnum, vónar, at føroyska liðið kann halda turkum frá at skora mál, so heimaáskoðararnir vónandi fara at venda sær móti sínum egnu leikarum. Dimmalætting fekk eitt prát við hjálparvenjaran eftir seinastu venjing í gjárkvøldið, har hann tók samanum seinastu dagarnar, svaraði aftur upp á kritikkin av landsliðsúttøkuni og hvat føroyska liðið skal gera í kvøld, fyri at fáa eitt gott úrslit
Ítróttur
Meinhard er ivasamur til dystin í morgin
Samrøða: Meinhard Egilsson Olsen fekk ein snudd á vinstra eygnalok undir seinastu venjing, og er tí ivasamur til dystin í annaðkvøld
Ítróttur
Håkan: Vit mugu vera til reiðar
Føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, sigur, at føroyska liðið má vera til reiðar til uppgávuna í annaðkvøld
Ítróttur
Drúgva ferðin til Istanbul
Føroyar er flutt upp í C-bólkin, meðan Turkaland flutti niður í C-bólkin úr bólki. Nú skal Turkaland hava uppreisn í Nations League-kappingini, har Føroyar er fyrsta forðingin leygarkvøldið. Dimmalætting er við á landsliðsferðini í Turkalandi, sum tó byrjaði heldur óheppið
Ítróttur
U18-kvinnurnar endaðu í avbjóðandi bólki
Fyrr í dag var lutakastið til HM- endaspælið hjá U18-kvinnum, sum verður í Norðurmakedonia í summar. Londini, sum eru í bólki C saman við føroysku kvinnunum eru Danmark, Portugal og Eysturríki. Talan er um trý ógvuliga sterk lið. Til U17 EM í fjør gjørdist Danmark nummar 4, Portugal nummar 10 og Eysturríki nummar 14
Ítróttur
Landsliðið fyrireikar seg til nógva hitan
Nógvi hitin í Turkalandi verður ein avbjóðing leygarkvøldið, men ein partur av venjingunum er, at spælararnir venja seg við at spæla undir tílíkum umstøðum. Samrøða er við fysiska venjaran hjá landsliðnum, Magna Mohr
Ítróttur
Jóan Símun er 24. maðurin
Nú er seinasti leikarin úttikin til dystirnar móti Turkalandi, Luksemborg og Litava. Talan er um Waasland-Beveren-leikaran, Jóan Símun Edmundsson
Ítróttur
U18-kvinnurnar skulu til HM-endaspælið í summar
Russiska innrásin í Ukraina hevur við sær, at føroyska U18-landsliðið hjá kvinnum sleppur at spæla í HM-endaspælinum í summar, sum verður í Norðurmakedonia í døgunum frá 30. juli til 10. august
Ítróttur
Stuttleikir verða Annan Hvítusunnudag 2022
Aftaná ein óynsktan steðg í tvey ár, eru ungu Hvirlurnar aftur klárar við vælumtóktu Stuttleikum
Ítróttur
Team Mira danmarksmeistari
Team Mira hjá Havnar Fimleikafelag hevur í dag vunnið DM í estetiskum fimleiki.
Ítróttur
Myndarøð: Kappróður á Norðoyastevnu
Sólin skein, tá kappróðrarárið sum vanligt varð skotið í gongd á Norðoyastevnu. Hóast tað var veðrið ikki nóg gott til, at barnaróðrarnir kundu avgreiðast, men hinir róðrarnir vórðu allir avgreiddir. Myndamaður okkara, Jens Kristian Vang, var í Klaksvík og tók hesar frálíku myndirnar av kappróðinum, manningunum og áskoðarunum
Ítróttur
Táragass uttanfyri Parc de France
Portrini til Parc de France eru latin aftur og fleiri áskoðarar bíða uttanfyri at sleppa inn. Løgreglan hevur brúkt táragass móti viðhaldsfólkum

Fanst tú ikki tað, tú leitaði eftir?

Royn leitifunkuna