Áskoðarainntøkurnar frá dystinum millum Føroyar og Ukraina fara til Reyða Kross

Í samband við U21-dystin ímóti Ukraina í morgin, hevur FSF tikið avgerð um, at áskoðarainntøkurnar fyri dystin verða latnar Reyða Krossi til teirra arbeiði í samband við kríggið í Ukraina

(Mynd: fsf.fo).
Kristian Waag Dam
31. mai 2022 kl. 10:00

Í morgin spælir føroyska U21-landsliðið hjá monnum EM-undankappingardyst ímóti Ukraina á Tórsvølli. Seinast liðini møttust í oktobur í fjør í Ukraina, endaði dysturin 1-0 til heimaliðið.

Men nógv er hent síðani liðini møttust í oktobur í fjør. Russiska innrásin, sum byrjaði í februar, hevur verið ómetaliga ógvsulig fyri bæði land og fólk í Ukraina. Tískil er talan um ein heilt serligan dyst, tá føroyska U21-landsliðið tekur ímóti ungu ukrainsku monnunum.

Í samband við dystin ímóti Ukraina, hevur FSF tikið avgerð um, at áskoðarainntøkurnar fyri dystin verða latnar Reyða Krossi til teirra arbeiði í samband við kríggið í Ukraina.

- Við at keypa atgongumerki til dystin, stuðlar tú sostatt einum góðum endamáli, umframt at tú sjálvandi eisini sleppur á Tórsvøll at stuðla okkara røsku U21 dreingjum, soleiðis skrivar føroyska fótbóltssambandið á Facebook vangunum hjá sær.

Hóast Ukraina hevur eitt sterkari lið á pappírinum, so hava Føroyar áður gjørt ein vørr ímóti teimum sterkaru liðunum í bólkinum, millum annað endaði tað við javnleiki ímóti Frankaríki í septembur í fjør.

Frankaríki liggur í løtuni nummar eitt við 19 stigum og Ukraina nummar tvey við 13 stigum. Á triðja plássið liggur Serbia við 11 stigum og á fjóðra plássið liggur Føroyar við nýggju stigum. Hini liðini í bólkinum eru Norðmakadonia og Armenia. Tey liggja ávikavist nummar fimm og seks í bólkinum.

Umframt at áskoðarainntøkurnar verða latnar til Reyða Kross, so hava FSF umvegis Útlendingastovuni bjóðað ukrainum í Føroyum til dystin.

U21-dysturin millum Føroyar og Ukraina verður bríkslaður ígongd í morgin klokkan 18 á Tórsvølli. Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo.