Jóan Símun er klárur

Toftamaðurin er tøkur til landsdystirnar móti Turkalandi, Litava, og báðar ímóti Luksemborg, sum eru á skránni næstu dagarnar

Jóan Símun Edmundsson er til reiðar at taka dystin upp við turkar, litavar og luksemborgarar (Mynd: Hans Erik Danielsen)
Sigurjón Einarsson
31. mai 2022 kl. 21:20

Fyrireikingarnar til fyrstu dystirnar í UEFA Nations League kappingini 2022/2023 eru av álvara farnar í gongd. Fyrstu dagarnar heldur hópurin til á Gloria Sports Arena í Antalya, har umstøðurnar eru framúr goðar, og seinnapartin hósdagin verður fari til Istanbul, har dysturin verður spældur leygardagin klokkan 19:45, føroyska tíð, sum er klokkan 21:45 lokala tíð í Turkalandi.

Í fyrstu atløgu vórðu 23 spælarar boðsendir til komandi landsliðsuppgávur, men samstundis bleiv boðað frá, at áðrenn fráferð fór ein spælari afturat at vera úttikin. Og valið fall á Jóan Símun Edmundsson úr Waasland-Beveren í Belgia.

– Vit hava fylgt væl við gongdini hjá Jóani Símun hesar seinastu mánaðarnar, og eg ivist ikki í, at hann hevur nógv at geva føroyska landsliðnum. Ein skaði í rygginum argaði fyrr í ár, men tí er tamarhald á, so vit eru glaðir fyri at hava hann við aftur, sigur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson við heimasíðuna hjá FSF.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo