Tað er ikki eitt ókent mótstøðulið, ið vitjar á Tórsvølli hesaferð. Føroyar og Litava hava nevniliga møtt hvør øðrum níggju ferðir síðani fyrsta dystin, sum varð spældur í oktober í 1998.
Higartil hava Føroyar vunnið ein, ein dystur er endaður við javnleiki, meðan litavar sjey ferðir eru farnir avstað við sigrinum. Talan er um seks EM-undankappingardystir, tveir HM-undankappingardystir, og ein venjingardyst.
Í undankappingini til EM í 2000 vóru Føroyar og Litava í bólki saman. Fyrri dysturin, sum var spældur í Litava tann 10. oktober í 1998, endaði við málleysum javnleiki. Eitt lítið ár seinni møttust londini aftur, tann 8. september í 1999, og tá eydnaðist litavum at vinna 1-0 í Føroyum.
Fyrsti og higartil einasti føroyski sigurin móti Litava kom í hús tann 9. september í 2009, tá Føroyar vunnu 2-1 á Svangaskarði. Føroysku málskjúttarnir vóru Súni Olsen og Arnbjørn Hansen.
Talan hevur annars verið um javnar dystir, har munurin á máltalvuni hevur verið lítil.
Úrslit
Litava – Føroyar 0-0 (1998 / EM 2000)
Føroyar – Litava 0-1 (1999 / EM 2000)
Litava – Føroyar 2-0 (2002 / EM 2004)
Føroyar – Litava 1-3 (2003 / EM 2004)
Føroyar – Litava 0-1 (2006 / EM 2008)
Litava – Føroyar 2-1 (2007 /EM 2008)
Litava – Føroyar 1-0 (2008 / HM 2010)
Føroyar – Litava 2-1 (2009 / HM 2010)
Litava – Føroyar 2-1 (2020 / venjingardystur)
Leygardagin møtast londini aftur, hesaferð í UEFA Nations League. Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 17.
Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo