High risk-dysturin, sum landsdysturin millum Føroyar og Luksemborg gjørdist, tá danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, var á vitjan á Tórsvølli, bleiv ein hættisligur dystur fyri føroyska landsliðið, tí tvey reyð kort kostaði okkum dýrt.
Fyrst fekk René Shaki Joensen beinleiðis reytt í 68. minutti eftir eina neyðbremsu, har dómarin ikki ivaðist. 12 minuttir seinni fekk Sølvi Vatnhamar reytt, eftir at VAR og dómarin mettu, at víkingaleikarin hevði brúkt albogan móti einum mótspælara í samband við eitt innkast, og so gjørdist mótbrekkan ógviliga tung.
Luksemborg byrjaði dystin betur, og vóru eisini nógv betri á bóltinum enn føroyingar, men tað var sjáldan, at tað gjørdist heilt farligt frammanfyri føroyska málið.
Føroyingar komu eitt sindur betri við miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men ofta manglaði tað flytingar uttan bólt, men eisini neyvleiki seinasta triðingin av vøllinum.
Fyrsti veruligi málkjansurin í fyrra hálvleiki kom, tá tvímálskjúttin í Vilnius, Danel Sinani, royndi seg við langskoti uttanfyri brotsteigin, men skotið fór beint við síðuna av.
Í seinnu helvt av fyrra hálvleiki fekk Luksemborg meira tak í dystinum aftur, tó uttan at tað gjørdist vandamikið frammanfyri føroyska málið.
0-0 í hálvleikinum
Føroyar fingu ein hvøkk í byrjanini av seinna hálvleiki, tá Gerson Rodrigues brádliga kom at standa rættiliga fríur í føroyska brotsteiginum, men lukkutíð var stongin fyri, og so sluppu vit við skelkinum – sum vit ikki sluppu undan í byrjanini av seinna hálvleiki móti Turkalandi.
Løtu seinni fingu føroyingar enn ein skelk, tá Rodrigues aftur varð spældur fríur – hesa ferð púra fríur, men lukkutíð bjargaði Gunnar Nielsen meistarliga við ytsta partinum av vinstru gaggu.
Dýrir minuttir
Soleiðis sum seinni hálvleikur leið, bylgjaði dysturin aftur og fram, og føroyska liðið var enn við í dystinum, so leingi tað enn var 0-0.
Men tað gjørdist dýrir 12 minuttir í seinna hálvleiki, tá tvey føroysk reyð kort og eitt luksemborgskt mál avgjørdi dystin.
Fyrst fekk René Shaki Joensen reytt kort, eftir at ein langur bóltur varð sendur úr høgru síðu og afturum føroysku verjuna, har ein luksemborgskur leikari sá út til at hava 19 kúfóður at renna á, men hondin hjá René fór út og fangaði spælaran hjá Luksemborg, sum fall til jarðar sum ein skotin tarvur, men dómari var sera avgjørdur. Beinleiðis reytt til René, ið mátti fara undir brúsu áðrenn tíð.
Seks minuttir seinni dettur aftur ein leikari hjá Luksemborg. Hesa ferð inni í brotsteiginum. Alt luksemborgska liðið kringsettir írska dómaran, sum verður kallaður út til VAR-skíggja, og so plaga vit at vita, hvat hendir. Brotsspark til Luksemborg, sum Gerson Rodrigues setti trygt í netið til 1-0.
So skuldi føroyska liðið lofta sær og royna at koma inn í dystin aftur, men tað bleiv ongantíð til nakað, tí seks minuttir eftir luksemborgska málið, verður írski dómarin aftur kallaður út til VAR-skíggjan. Hesa ferð verður Sølvi Vatnhamar kallaður til dómaran. Írski dómarin fer í baklumman og gevur Sølva reytt kort.
Níggju móti 11, og tá virkar uppgávan næstan ómøgulig. Hóast í undirtali, so royndu føroyingar til tað síðsta at fáa útjavnandi málið, har tað bleiv til onkra spenta støðu í brotsteiginum hjá Luksemborg – uttan at tað bleiv vandamikið.
1-0 til Luksemborg, sum nokk var eitt rættvíst úrslit fyri dystin í kvøld, tá alt kom til alt. Luksemborg hevði meira spæl, teir farligaru málmøguleikarnar og fingu eisini tað neyðuga málið, sum vinnur dystir.
Eftir tveir dystir eru Turkaland og Luksemborg ávikavist nummar eitt og tvey við fullum stigatali, seks stig, meðan Føroyar og Litava enn eingi stig hava fingið í bólki eitt í deild C.
Leygardagin klokkan 17 spæla føroyingar botndyst á Tórsvølli móti Litava, sum eisini verður avgerandi fyri føroyingar, skulu vit gera okkum vónir til at halda fram í deild C til komandi Nations League-kapping.