Jóan Símun er 24. maðurin

Nú er seinasti leikarin úttikin til dystirnar móti Turkalandi, Luksemborg og Litava. Talan er um Waasland-Beveren-leikaran, Jóan Símun Edmundsson

(Mynd: Waasland-Beveren)
Sigurjón Einarsson
30. mai 2022 kl. 16:44

Leygardagin 4. juni verður hol sett á nýggju UEFA Nations League-kappingina, tá Føroyar skulu spæla á útivølli móti Turkalandi.

Tá Håkan Ericson kunngjørdi hópin til drúgvu landsliðsskránni í juni, nú landsliðið skal spæla fýra landsdystir í tíggju dagar, tók landsliðsvenjarin 23 leikarar út. Sostatt var pláss fyri einum leikara afturat í endaliga hópinum, og nú er greitt, at tað er Waasland-Beveren-leikarin, Jóan Símun Edmundsson, sum er 24. leikarin í landsliðshópinum.

Tá A-landsliðið fór av landinum í morgun, vóru tað 24 mans við í endaliga hópinum, og á listanum stóð Jóan Símun Edmundsson sum tann 24. leikarin.

Lokali miðilin í Klaksvík hevur funnist at landsliðsúttøkuni, tí fleiri leikarar, sum vísa seg at vera í góðum formi í føroysku kappingini, eru ikki úttiknir til komandi landsdystirnar. Serliga er tað toppskorarin í KÍ, Páll Klettskarð, sum Norðlýsið hevur eftirlýst til landsliðshópin. Páll hevur skorað tíggju mál higartil í 12 dystum, men er funnin ov lættur til landsliðsúttøkuna hesa ferð. Heldur hevur landsliðsvenjarin úttikið Jóan Símun Edmundsson.

Á tíðindafundinum fyri viku síðan – í samband við landsliðsúttøkuna – segði Håkan Ericson, at tað verður bíðað eftir Jóan Símun Edmundssyni, ið júst er byrjaður at venja aftur eftir drúgvan skaðasteðg. Tá vísti landsliðvenjarin á, at við teimum dygdunum, ið Jóan Símun hevur, so er tað vert at bíða eftir honum, og nú er greitt, at Jóan Símun verður mettur at vera nóg birgur at vera við í landsliðshópinum, sum skal spæla ikki færri enn fýra dystir í tíggju dagar í hesum umfarinum.

Føroyar leggja sum sagt fyri á útivølli móti Turkalandi 4. juni, og síðan verður spælt heima móti Luksemborg og Litava ávikavist 7. og 11. juni, áðrenn utidystin móti Luksemborg, sum verður 14. juni.

Endaligi hópurin sær tí soleiðis út:

Málverjar:
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Kristian Joensen, EB/Streymur
Matthias H. Lamhauge, B36

Verjuspælarar:
René Shaki Joensen, KÍ
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
Viljormur Davidsen, Helingborg IF (Svøríki)
Daniel Johansen, HB
Sonni Ragnar Naddestad, B36
Odmar Færø, KÍ
Rógvi Baldvinsson, Bryne FK (Norra)
Hørður Askham, HB
Heini Vatnsdal, KÍ

Miðvallarar:
Gilli R. Sørensen, Odds BK (Norra)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson, KR Reykjavík (Ísland)
Jákup B. Andreasen, KÍ

Miðvallarar/framherjar
Ári Mohr Jónsson, HB
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Meinhard E. Olsen, Mjøndalen (Norra)
Hannes Agnarsson, HIK (Danmark)
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)
Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (Belgia)