Klaksvíkingur er aftur heilt har frammi í oddanum hjá tíggjumannaførunum.
Eftir róðurin á Norðoyastevnu stóðu føroyameistararnir eitt sindur nakkalangir, tá kappingarneytarnir norðan fyri Fjall fóru avstað við sigrinum, og tí mundi standa nógv á meistarunum fyri fáa sigurin til høldar í róðrinum á Eystanstevnu.
Tá avtornaði eydnaðist júst tað, og tí eru bátarnir púra javnir undan triðju stevnuni, har kappast verður um FM-heitið.
Jens Kristian Vang, myndamaður hjá Dimmalætting var á Eystanstevnu í gjár, og frá honum hava vit fingið hesar myndirnar.