Nadal er framvegis kongur í París

Rafa Nadal sló við sjeytummaseymi fast, at hann er kongurin í Roland-Garros, tá hann seinnapartin í dag bukaði norska Casper Ruud upp á einans tveir tímar og 18 minuttir. Nadal hevur nú sligið sítt egna met fyri flest grand slam meistaraheiti, nú hann hevur vunnið ikki færri enn 22 ferðir

Steinar Patursson
5. juni 2022 kl. 17:23

Við einum yvirlegnum avriki kveistraði Rafael Nadal seinnapartin norska Casper Ruud til síðis í finaluni í Roland-Garros, og Nadal hevur sostatt enn eina ferð sligið harrametið við flestum grand slam sigrum, nú hann ikki færri enn 22 ferðir hevur staðið á vinnarapallinum.

Tað tók bert tveir tímar og 18 minuttir hjá Nadal at senda Ruud til hús, og eins og í finaluni móti Djokovic í 2020 sendi Nadal mótstøðumannin heim við einum eggi í skjáttini, tí endaliga úrslitið gjørdist 6-3 6-3 6-0.

Við sigrinum er Nadal eisini klárt tann mest vinnandi luttakarin í Roland-Garros, nú hann hevur vunnið kappingina 14 ferðir.

Tað var greitt undan dystinum, at Nadal var favorittur at vinna, men tað var kortini væntað, at hann fór at gera tað so sannførandi.

Nadal breyt servu longu í fyrsta servupartíi hjá Ruud, og upp á einki tíðspunkt sá tað út til, at Ruud hevði nakað aftursvar til ógvisligu, tungu og neyvu skotini hjá Nadal.

Nadal, sum nú er 36 ára gamal, sá út sum ein tannáringur á vøllinum, og orkan var í topp frá byrjan til enda.

Tað er ivasamt, um Nadal í grundini hevði fyri neyðini at vera í so góðum formi, tí hann so sannførandi stýrdi spælinum. 23 ára gamli Ruud hevði kortini stóran tørv á at nýta beinini, men hóast hann rann sum ein óður tarvur aftur og fram, var hetta ikki eitt svar í sjálvum sær.

Hóast Ruud legði seg á odda 3-1 í øðrum setti, tók Nadal seg skjótt aftur, og í skiftinum millum annað og triðja sett var tað ein mótfallin Ruud, ið setti seg í stólin.

Tað var kanska heldur ikki uttan orsøk, at Ruud var nakað mótfallin, tí Nadal legði enn sterkari út í triðja setti, og Ruud vann einans fýra stig úr sínum egnu servupartíum.

Hóast Nadal var greitt betri í dag, skal kortini einki takast frá avrikinum hjá Ruud hesa kappingina, og hann er eisini fyrsti norðmaður í einari grand slam finalu, og hann er eisini fyrsti skandinaviski harraspælarin, ið hevur verið í einari grand slam finalu síðan Robin Söderling varð avbukaður av arvafígginda sínum í Roland-Garros finaluni í 2010 - sum var eingin annar enn Rafa Nadal.