Føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, var sum heild nøgdur við føroyska avrikið í landsdystinum móti Litava í dag.
– Álopsspælið riggaði gott í fyrra hálvleiki, men tað var ikki eins gott í seinna hálvleiki, so tað mugu vit líka fara og hyggja upp á og analysera, hví vit missa takið og lata litavar koma inn í dystin aftur, sigur Håkan Ericson í samrøðu við Dimmalætting, sum kann hoyrast her niðanfyri.
Av tí at litavar koma meira við í seinna hálvleiki, so varð avgjørt at skifta yvir í eina 5-4-1 leikskipan, og tað helt landsliðsvenjarin riggaði væl.
– Vit vilja gjarna leypa meira á, men hini liðini trýsta okkum høgt og tá er ringt at stýra spælinum, men móti Litava fingu vit meira pláss at spæla meira álopsfótbólt í fyrra hálvleiki. Tað gekk ikki eins væl í seinna hálvleiki, men við at skifta tríggjar mans inn miðskeiðis í seinna hálvleiki, so fingu vit meira tak á dystinum aftur, heldur Håkan.
Landsliðsvenjarin tók eisini samanum, hvussu hópurin er fyri til seinasta dystin í hesum umfarinum, tá Føroyar á útivølli skulu spæla móti Luksemborg týskvøldið.
Vónirnar at varðveita plássið eru eisini vorðnar betri eftir sigurin í dag, men landsliðsvenjarin roknar við, at dysturin í Vilnius í heyst verður avgerandi fyri, um Føroyar aftur spæla í deild C til komandi Nations League-kapping.
Hoyr samrøðuna við Håkan Ericson her: