Håkan: Vit mugu vera til reiðar

Føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, sigur, at føroyska liðið má vera til reiðar til uppgávuna í annaðkvøld

(Mynd: Sigurjón Einarsson)
Sigurjón Einarsson
3. juni 2022 kl. 16:40

Tíðindafundur hevur júst verið á Basaksahir Fatih Therim-leikvøllinum, har millum annað Hallur Hansson mátti stava sítt navn fyri turkisku miðlunum, men tað tóktist ikki at níva arbeiðsgrevið á føroyska miðvøllinum.

Håkan Ericson var fyrstur at taka orðið, har hann rósti góðu umstøðunum í Antalya. Føroyska liðið var har nakrar dagar og fyrireikaði seg til nógva hitan, sum hevur verið í Turkalandi seinastu dagarnar.

Eisini rósti føroyski landsliðsvenjarin mótstøðuliðið fyri at vera eitt tekniskt gott lið, og tí má føroyska liðið vera til reiðar, tá liðið undir turkiskt trýst, men at føroyska liðið eisini má vera til reiðar, tá vit vónandi koma til málkjansir.

Liðskiparin á føroyska liðnum, Hallur Hansson, rósti eisini mótstøðuliðnum og vónaði, at stemningurin fór at vera góður til dystin í annaðkvøld, tí tað eru turkisku áskoðararnir kendir fyri.

Dysturin byrjar klokkan 19:45 føroyska tíð.