Sleptu hondbremsuni og vunnu 2-1

Álopsspælið hevur sæð heldur tannleyst út tveir teir fyrru dystirnar í Nations League, men móti Litava sóu vit meira av tí beinleiðis álopsspælinum, ið landsliðsvenjarin hevði boðað frá til hesa kappingina

Jákup B. Andreasen júst lagt Føroyar á odda 2-1 (Mynd: Sverri Egholm/portal.fo)
Sigurjón Einarsson, Tórsvøllur
11. juni 2022 kl. 19:17

Tapið fyri Luksemborg skuldi vaskast burtur, og tað sást beinavegin í dystinum, at føroyska liðið ætlaði seg at seta á dystin beinavegin. Føroyar løgdu trýst á litavar frá fyrsta bríksli. Tá fimm minuttir vóru leiktir, kom eisini fyrsti føroyski kjansurin, tá Jákup Andreasen kom til gott skot í litaviska brotsteiginum, men skotið fór beint uppum. Og júst KÍ-miðvallarin kom til nógvar málmøguleikar í fyrra hálvleiki.

Men minuttin aftaná svarar Litava aftur. Litava byggir upp í høgru. Annar vongurin hóttir við at leggja bóltin innfyri einar seks ferðir, men spælir heldur bóltin til Lasickas, sum kemur rennandi í einum yvirlappi. Hann leggur bóltin aftur út frá – í besta Sølva Vatnhamar-stíli – og har kann áleyparin Fedor Cernych leggja Litava á odda 1-0.

Føroyingar royndu at svara aftur beinavegin, og enn einaferð var tað Jákup Andreasen, ið kom til ein góðan málmøguleika, tá gott samanspæl endar við, at hann verður púra fríur í litaviska brotsteiginum, men skotið fór beint á málmannin.

Men føroyingar hildu á at trýsta, og eftir ein innlegg úr vinstru, verður Klæmint hálaður niður í brotsteiginum. Floytan ljóðar, brotsspark til Føroyar!

Viljormur hevur sparkað okkara brotsspørk seinastu árini, og hann sveik ikki álitið. Málmaðurin til høgru og bólturin til vinstru, 1-1.

Eftir hetta bylgjaði tað eitt sindur aftur og fram, men føroyingar virkaðu meira ágrýtnir í álopsspælinum, enn vit hava sæð áður í hesari kappingini.

Beint fyri hálvleikssteðgin fór Føroyar aftur í álop, sum gav mál, tá Jákup Andreasen í triðju royndini fekk bóltin í litaviska málið, sum var eitt sera vakurt mál.

Meinhard Egilsson Olsen fær bóltin uttarliga í vinstra borði, dregur inneftir, bjóðar av og blívur við at bjóða av. Hann fær einar tríggjar litavar eftir sær, men leggur bóltin til væl til rættis fyri Jákup Andreasen, ið høggur bóltin upp í vinstra málkrússið.

2-1 til Føroyar í hálvleikinum.

Seinni hálvleikur var meira tamur enn tann fyrri. Leikferðin var ikki høg, og tað tóktist at føroyingar skuldu verja 2-1 leiðsluna.

Liðið lá eitt sindur longri afturi á vølli, og tá er altíð vandi fyri, at mótstøðuliðið fær meira pláss, men litavar dugdu ikki heilt at gagnnýta hetta. Tó so, Litava var nær við at javna eftir hornaspark, men Viljormur Davidsen fekk bjargað við høvdinum á sjálvari málstrikuni.

Føroyingar framdu tríggjar útskiftingar miðskeiðis í seinna hálvleiki og skiftu yvir í eina 5-4-1 leikskipan, og so varð bundið um heilan fingur.

Litava trýsti seinastu løtuna, men vit hóraðu undan og høvdu eisini seinasta møguleikan í dystinum, tá Hallur Hansson, eftir mótálop, skeyt bóltin á stongina, har bólturin síðan fór á ryggin á málmanninum og so aftur á stongina, áðrenn málmaðurin fekk fatur á bóltinum. Men hvussu er og ikki, so fingu vit fyrstu stigini umframt fyrstu málini í hesari Nations League-kappingini.

2-1 til Føroyar og vónirnar at varðveita plássið í deild C eru nú avgjørt til staðar.

Byrjanaruppstillingarnar:

Føroyar (4-4-2): Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Hørður Askham, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, Gunnar Vatnhamar, Jákup B Andreasen, Meinhard Egilsson Olsen - Patrik Johannesen og Klæmint A. Olsen

Litava (4-3-3): Bartkus – Klimavicius, Utkus, Baravykas, Barauskas – Klimavicius, Slivka, Megelaitis – Lasickas, Cernych og Novikovas