Føroysku kvinnurnar vóru upprunaliga ikki kvalifiseraðar til kappingina, men av tí, at Russland er útihýst úr altjóða hondbólti í løtuni, og at korona hevur argað undankappingar uttanfyri Evropa, er Føroyar næst í røðini, nú HM-plássini skuldu gerast upp.
Tað skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðu sínari.
Føroyska U18-kvinnurnar stóðu seg so mikið væl til EHF Championship kappingina í Georgia í 2021, har tær gjørdust nummar trý, at HM-plássið nú fellur í okkara lut. Tað var upprunaliga bert vinnarin av hesi kappingini, sum vann seg til HM, meðan nummar tvey skuldi spæla um HM-pláss móti liðið úr øðrum bólki í EHF-Championship kappingini. Men nú er greitt, at triðja landi í røðini eisini sleppur til HM.
Føroyska liðið spældi í EHF Championship kappingini javnleik móti Serbia, vann síðan á Estlandi og Italia í innleiðandi bólkaspælinum. Føroyska liðið tapti síðan hálvfinaluna tepurt fyri Hollandi, men vann dystin um triðja plássið móti Ukraina. Hesin sigurin hevur nú víst seg at vera avgerandi fyri, at liðið nú skal til HM.
Hetta er aðru ferð í føroyskari hondbólssøgu, at Føroyar skal til eitt HM-endaspæl. Fyrru ferð var í 2017, tá føroysku U21-menninir vunnu seg til HM í Algeria, har teir gjørdist nummar 16 av 24 liðum.
Føroyar hevur nú trý ungdómslandslið, sum skulu kappast á ovastu rók í summar. U18- og U20-menn skulu til EM-endaspælið í ávikavist Montenegro og Portugal og nú U18-kvinnurnar eisini til HM-endaspælið í Norðurmakedonia.
Lutakastið til U18 HM-endaspælið verður 3. juni.
HM-endaspælið í Norðurmakedonia verður leikt í tíðarskeiðnum frá 30. juli til 10. august.