Ukraina er ein dyst frá HM-endaspælinum

Í dag bresta Ukraina og Wales saman í finaluni í HM-undankappingini. Liðið, ið vinnur dystin, vinnur haraftrat eisini atgongd til HM-endaspælið í Katar. Á tíðindafundið í gjár greiddi ukrainski landsliðsvenjarin frá, hvønn týdning dysturin hevur fyri Ukraina. Sambært landsliðsvenjaranum ætla ukrainsku leikararnir at hanga eitt heilt serligt flag upp í skiftingarrúminum, sum teir hava fingið frá ukrainska forsetanum

Ukrainskir áskoðarar til dystin ímóti Skotlandi. (Mynd: EPA).
Kristian Waag Dam
5. juni 2022 kl. 14:21

Klokkan fimm í dag bresta Ukraina og Wales saman í finaluni í HM-undankappingini. Liðið, ið vinnur dystin, vinnur haraftrat eisini atgongd til HM-endaspælið í Katar, sum verður í vetur. Hóast bæði londini sjálvsagt droyma um ein sigur, so munnu mong unna Ukraina ein sigur í hesum døpru tíðum.

Fyrr í vikuni spældi ukrainska A-landsliðið sín fyrsta dyst síðani russisku innrásina tann 24. februar. Fyri at spæla seg víðari til finaluna ímóti Wales í dag, so mátti Ukraina fyrst vinna á Skotlandi. Við góðum stríðsanda vann ukrainska liðið á útivølli ímóti skotsku mótstøðumonnunum.

Á tíðindafundi í gjár greiddi ukrainski landsliðsvenjarin, Oleksandr Petrakov, frá, hvønn týdning dysturin í dag hevur fyri ukrainsku leikararnar og fólkið. Sambært landsliðsvenjaranum ætla ukrainsku leikararnir at hanga eitt flag upp í skiftingarrúminum, sum teir hava fingið frá ukrainska forsetanum. Á flagginum eru heilsanir frá ukrainskum hermonnum til ukrainsku landsliðsleikararnar. Millum stjørnurnar á ukrainska landsliðnum eru West Ham leikarin, Andriy Yarmolenko, og Oleksandr Zinchenko, ið spælir við Manchester City.

- Wales-dysturin verður risa fyri okkum. Vit skulu spæla okkara best dyst í okkara lívið, og so mugu vit síggja, hvat hendur, segði Oleksandr Zinchenko. Ukrainska stjørnan vísti í samrøðuni á, at øll eru varug við truplu støðuna í Ukraina, og at allir dystir í løtuni eru sum ein finala fyri Ukraina.

Stríðsandin, ið Oleksandr Zinchenko, vísti á, sást eisini, tá Ukraina vann tónleikakappingina Eurovision, fyri minni enn einum mánað síðani. Men hóast tey flestu unna Ukraina enn ein sigur, so vænta ukrainsku leikararnir ikki ein órættvísan sigur í kvøld.

- Ítróttur er ítróttur, og vit vænta ikki gávur ella ein órættvísan sigur. Vit vita, hvussu hart tað verður, og hetta er tann týdningarmiklasti dysturin í teirra (Wales) lívið, og vit vilja virkuliga gjarna vinna. Vit vilja gera alt fyri at vinna, segði miðvallarin á ukrainska landsliðnum, Oleksandr Karavayev, sambært bretska tíðindamiðlinum The Guardian.

Hvørki Ukraina ella Wales megnaðu at spæla seg beinleiðis víðari úr bólkaspælinum í HM-undankappingini. Samanlagt vóru tíggju bólkar í evropeisku HM-undankappingini. Besta liðið úr hvørjum bólki slapp víðari. Øll liðini, ið endaðu nummar tvey í sínum bólki skuldu dystast um trý HM-atgongumerkir. Portugal og Póllandi hava tryggjað sær hini bæði plássini. Tað triðja og seinasta plássið veður avgreitt í finaluni í dag.

Liðið í vinnur dystin í dag sleppur við til HM í Katar, sum verður frá novembur til desembur í ár.

Finalan millum Wales og Ukraina, ið verður leikt í Wales á Cardiff City Stadium, fer á rull klokkan fimm í dag.