Tað sást beinavegin, hvat føroyska ætlanin var í fyrra hálvleiki. Undan dystinum hevði Eli Hentze, hjálparvenjari, greitt frá, at føroyska liðið mátti vera væl skipað, soleiðis at turkar ikki fingu møguleikar at spæla í millumrúmið millum føroysku verjuna og miðjuna, og tað tóktist at rigga væl í pørtum av fyrra hálvleiki.
Turkar komu til fáar málmøguleikar, men tá so kjansurin kom beint áðrenn hálvleikssteðgin, so var mál. Føroyingar høvdu innkast høgt uppi í turkisku hálvuni, men mistu bóltin í uppspælinum, og so gekk skjótt hinvegin. Ein bóltur verður sendur innum føroysku verjuna. Gunnar kemur út úr brotsteiginum, fær bjargað fyrsta skotinum við kroppinum, men returbólturin støkkur til undrið hjá turkum, Cengiz Under, ið lobbaði bóltin í føroyska málið.
1-0 til Turkaland í hálvleikinum.
Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, so var aftur mál. Halil Dervisoglu fær bóltin í vinstru síðu. Hann sleppur at renna ótarnaður inn í føroyska brotsteigin, lumpar Gunnar í málinum og skorar í nærmasta horn til vinstru.
Leikferðin tóktist at fara eitt sindur úr dystinum eftir 2-0 málið. Turkar virkaðu nøgdir við støðuna, spældu nógv smáspæl og høvdu kanska Litava-dystin í huganum.
Men móti endanum av dystinum fingu turkar tvey mál afturat. Triðja málið skoraði Serdar Dursun, tá hann alt ov lætt slapp at høvda bóltin inn eftir hornaspark, og fjórða málið skoraði annar miðverjin Merih Demiral, ið eisini vildi spæla sum áleypari eina løtu – og tað dugdi hann eisini, tá hann spældi hæl og tá við viðleikara og kom at standa púra fríur, og hann sveik ikki álitið.
4-0 gjørdist endaliga úrslitið, og tað var tíverri ikki eitt mál ov lítið.
Stutt kann sigast um dystin, at føroyska liðið stóð seg væl stóran part av fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki sá tað ikki gott út. Har komu ov nógvar broytingar, spæliskipanin varð broytt ov nógv ov ofta, spælarar broyttu pláss, og nakrir av leikaranum, sum vórðu skiftir inn, komu heldur ikki væl frá uppgávuni.
Dystur er longu aftur nú týskvøldið á Tórsvølli. Tá verður mótstøðuliðið Luksemborg, og taka vit ikki teir í álvara, so kunnu vit verða hart straffaðir.
Uppgávan hjá venjarunum verður nú at finna røttu uppskriftina til heimadystin týskvøldið, tí í kvøld sá tað viðhvørt út sum um, at vit vóru rættiliga leitandi.