Føroyska liðið hevði sína seinastu venjing á Basaksehir Fatih Terim-leikvøllinum í gjárkvøldið, tá seinastu fyrireikingarnar til landsdystin móti Turkalandi skuldu fáast upp á pláss.
Eftir venjingina fór liðið aftur til gistingarhúsið, har Dimmalætting fekk orð á hjálparvenjaran hjá føroyska A-landsliðnum, Eli Hentze.
Hann tók samanum seinastu dagarnar og góðu umstøðunum í Antalya, sum vónandi skal koma føroyska liðnum til góðar í dystinum í kvøld.
Eisini kom hjálparvenjarin inn á landsliðúttøkuna og tann kritikkin, sum hevur staðist av landsliðsúttøkuni.
Føroysku miðlarnir, ið eru til staðar her í Istanbul, hava dúgliga gitt, um landsliðið fer at spæla við fýra ella fimm í bakkketuni, men Eli Hentze vil ikki siga, hvat fyri leikskipan føroyska liðið fer at stilla upp við móti turkum. Tó heldur hjálparvenjarin, at tað verður týdningarmikið at dekka upp fyri, so turkar ikki sleppa at spæla og venda sær rætt í millumrúminum millum føroysku miðjuna og verjuna, tí tá koma teir tekniskt góðu leikararnir hjá Turkalandi til sín rætt, og tað mugu føroysku leikararnir royna at forða fyri.
Hjálparvenjarin vónar eisini, at turkar fara at undirmeta føroyingar so mikið nógv, at teir fara at gloyma at verja onkra løtuna, og tá skal lítla pinkutjóðin í Norðuratlantshavi leypa á. Eisini vónar Eli, at gongur tað ikki eftir vild hjá turkiska liðnum, so kann tað fara at enda við, at heimaáskoðararnir fara at venda sær móti sínum egnu liði, tí tað er ikki heilt óvanligt, at tað hendir í hesum partinum av heiminum, tá tað ikki gongst eftir vild.
Prátið við Eli Hentze, hjálparvenjara, á balkongini á Wyndham Grand-gistingarhúsinum í Istanbul, kann hoyrast her: