Undir upphiting í seinastu venjingini undan landsdystinum móti Turkalandi í annaðkvøld, fekk Meinhard Egilsson Olsen ein snudd á vinstra eygnalok og er sostatt ivasamur til dystin.
Dimmalætting fekk eitt prát við Meinhard í tilhaldsstovuni á Wyndham Grand Istanbul Hotel, har føroyska landsliðið og føroysku miðlarnir búgva, eftir at hann var blivin lappaður saman aftur.
Í prátinum verður eisini tikið stutt samanum byrjanina av kappingarárinum hjá Meinhardi í Mjøndalen í Norra, har hann hevur fingið nógva spælitíð og er við í toppstríðnum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Her eru nakrar myndir, tá Meinhard Egilsson Olsen verður lappaður saman aftur: