Tað eydnaðist ikki Ukraina at spæla seg til HM-endaspælið, sum verður í Qatar í døgunum frá 21. november til 18. desember í ár. Russiska innrásin í Ukraina hevur seinkað hesum seinastu kvalifikatiónsdystunum, men í síðstu viku spældu Ukraina og Skotland sín play-off dyst, sum Ukrainar vunnum, og í dag skuldu ukrainar so royna seg ímóti Wales, sum varð seinasta forðingin á leiðini til HM.
Dysturin varð spældur í Cardiff í Wales, og sjálvt um ukrainar royndu sítt ítarsta, og eisini høvdu bóltin í málinum, ja, so var tað ikki nóg mikið, tí Wales vann dystin við einum máli móti ongum.
Málið kom, tá 34 minuttir vóru leiktir, tá Gareth Bale, sendi eitt fríspark móti málinum hjá ukrainum, og har var Yarmolenko so óheppin at hann skallaði bóltin í egið mál.
Gestirnir royndu at venda gongdini, men tað eydnaðist ikki, og tí endaði alt við, at Wales nú aftur skal til eitt HM-endaspæl, fyri fyrstu ferð síðan 1958.