Tað eru tvey lið uttan stig, ið møtast á Tórsvølli í dag, men ikki nokk við tað – hvørgan av liðunum hevur megnað at skora mál í teimum báðum undanfarnu dystunum í hesari Nations League-kappingini.
Tí verður tað ein lagnudystur fyri hesi bæði liðini, um ikki at flyta niður í deild D.
Hyggja vit eftir, hvar hesi londini eru á FIFA-styrkislistanum, so liggja Føroyar sum nummar 124, meðan Litava liggur á einum 138 plássi.
Føroyska liðið má gera tvær broytingar, nú Sølvi Vatnhamar og René Shaki Joensen báðir fingu reytt kort í dystinum móti Luksemborg týskvøldið. Eisini er greitt, at Hallur Hansson byrjar á beinkinum hesa ferð. Inn fyri teir eru komnir Jóannes Bjartalíð, Jákup Andreasen og Patrik Johannesen.
Byrjanaruppstillingin sær tí soleiðis út:
Føroyar (4-4-2): Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Hørður Askham, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, Gunnar Vatnhamar, Jákup B Andreasen, Meinhard Egilsson Olsen - Patrik Johannesen og Klæmint A. Olsen
Litava (4-3-3): Bartkus – Klimavicius, Utkus, Baravykas, Barauskas – Klimavicius, Slivka, Megelaitis – Lasickas, Cernych og Novikovas