Drúgva ferðin til Istanbul

Føroyar er flutt upp í C-bólkin, meðan Turkaland flutti niður í C-bólkin úr bólki. Nú skal Turkaland hava uppreisn í Nations League-kappingini, har Føroyar er fyrsta forðingin leygarkvøldið. Dimmalætting er við á landsliðsferðini í Turkalandi, sum tó byrjaði heldur óheppið

(Mynd: Sigurjón Einarsson)
Sigurjón Einarsson
3. juni 2022 kl. 14:18

(Istanbul)

Dimmalætting er við A-landsliðnum á landsliðsferð í Turkalandi, nú Nations League-kappingin byrjar leygarkvøldið, tá Føroyar og Turkaland hittast á Basaksehir-leikvøllinum í Istanbul.

Hetta er samstundis fyrsti dystur av fýra í hesum mánaðinum, so talan er um eina drúgva skrá, har ein kann rokna við, at breiddin í hópinum kemur at standa sína roynd.

Landsliðið hevur verið í Antalya í nakrar dagar, har leikararnir hava havt møguleika at tilpassa seg til heita veðurlagið, men eisini fyri at fáa lagt eina ætlan, hvussu føroyingar skulu verja seg móti turkum, ið skulu hava uppreisn, nú úrslitini hava verið heldur løk seinastu árini í Nations League, eftir at Turkaland seinast flutti niður úr bólki B til bólk C, har Føroyar, Turkaland, Luksemborg og Litava nú eru í bólki saman.

Í undankappingini til HM-endaspælið í Katar gekk heldur frægari, tá Turkaland endaði nummar tvey í bólki G – aftanfyri Niðurlond, men frammanfyri Norra, men tapti so fyri Portugal í hálvfinaluni at sleppa til Katar. Portugal vann 2-0 móti Norðurmakedonia og vann seg víðari til endaspælið.

Uppgávan hjá nýggja turkiska venjaranum, Stefan Kuntz, er greið. Turkaland skal hava uppreisn og flyta ein bólk upp í Nations League og fyrsta forðingin á vegnum er Føroyar leygarkvøldið.

Tey, ið minnast EM-endaspælið í 1996, tá fótbólturin skuldi koma heim, men ikki kom, minnast kanska við navnið, Kuntz. Stefan Kuntz var maðurin, sum í hálvfinaluni í EM-endaspælinum javnaði til 1-1, umframt at skjóta seinasta sparkið í brotssparkskappingini, ið knústi ensku dreymarnar at vinna EM á heimavølli.   

Verður sagt Kuntz á enskum, so er tað ikki júst eitt pent orð, og tað fekk fólkakæri enski frásøgumaðurin John Motson at hoyra fyri, tá hann – í dystinum í EM-bólkaspælinum millum Týskland og Kekkia – fekk nevnt Kuntz í einum tílíkum høpi, so tað kundi misskiljast.

Leysliga umsett úr enskum, so sigur hann nakað soleiðis: "Nú kunnu vit ikki rokna við, at Týskland fer at skora fleiri mál, nú báðir áleypararnir eru skiftir út...Kuntz". Hetta, tí Steffan Kuntz fær bóltin.

Videobrotið sæst her:

Drúgva ferðin til Istanbul
Føroyska A-landsliðið skal fyri fyrstu ferð royna seg í C-bólkinum í Nations League. Ein partur av fyrireikingunum til fyrsta dystin leygarkvøldið, hevur verið at venja seg við nógva hitan, tí hevur landsliðið verið á venjingarlegu í Antalya síðan mánakvøldið, men kom so til Istanbul seint í gjárkvøldið.

Føroysku miðlarnir, ið eru við á ferðini, komu eisini til Istanbul seint í gjár, men undirritaði varð noyddur at bíða til tað seinna flogfarið til Istanbul úr Keypmannahavn, av tí fyribilspassið, sum varð gjørt í Føroyum fyri viku síðan, ikki var nøktandi fyri turkisku flogvallarmyndugleikarnar úti á gate´ini, og so var einki annað at gera hjá undirritaða, enn at fáa sær eitt nýtt fyribilspass í Keypmannahavn, fáa góða hjálp frá Atlantsflog, bíða tríggjar tímar og so royna enn eina ferð hjá flogvallarmyndugleikunum, men tá bleiv tummilin lukkutíð vendur uppeftir.

Umborð á Turkish Airline-flogfarinum bleiv alt tað súra og keðiliga gloymt, tí tað var sum at trína inn í ein tíðarlumma, tá alt umborð á Atlantsflog var ókeypis. Tú fært góðan mat og drekka, og so ber til at slappa av við einum góðum filmi á flatskíggjanum frammanfyri tær. Kanska nýggi tyrluskúlin vesturi í Vágum fer at kasta so mikið nógv av sær av pengum, at tað fer at síggjast aftur í betraðum stólum – við flatskíggja. Ein hevur altíð loyvi til at droyma...    

Føroyska landsliðið og føroysku miðlarnir búgva á sama gistingarhúsi, sum onkursvegna eisini er eitt umlættingarheim hjá onkrari vakurleikastovu her í Istanbul, tí her á gistingarhúsinum síggjast nógv fólk, sum hava plástur um nøsina, á høkuni ella bandasju ymsastaðni á kroppinum, og her koma eisini fleiri marglætisbilar við lýsingum á síðuni, hvat tú kanst skurðviðgerast fyri.

Landsliðið hevur verið ein lítlan gongutúr fyrrapartin og fyrireikar seg nú til at venja klokkan 18 lokala tíð á Basaksehir-leikvøllinum, har dystur verður í annaðkvøld klokkan 19:45 føroyska tíð.