Viljormur Davidsen hevur víst seg at vera ein tryggur brotssparksskjútti, og tað sást aftur í dag, tá hann var settur at skjóta brotssparkið, sum føroyingar fingu, eftir at Klæmint A. Olsen varð hálaður niður í litaviska brotsteiginum. Hóast tað gekk ein løta, áðrenn brotssparkið kundi takast, so var Viljormur, sum eisini var liðformaður í dystinum, ikki í iva, hvar hann skuldi skjóta.
Vinstra beinti runavíkingurin var glaður fyri, at landsliðið í dag kundi vísa Føroya fólki, at tað ber til at vinna dystir.
Nakrir skaðar og leikbann eru í hópinum, men Viljormur væntar, at tað kriplar hjá nógvum leikarum, sum kanska ikki hava fingið so nógva spælitíð enn, at gera tað gott í seinasta dystinum í hesum umfarinum, tá Luksemborg og Føroyar spæla dyst týskvøldið.
Hoyr samrøðuna við Viljorm Davidsen her: