Stuttleikir verða Annan Hvítusunnudag 2022

Aftaná ein óynsktan steðg í tvey ár, eru ungu Hvirlurnar aftur klárar við vælumtóktu Stuttleikum

Tíðindaskriv
30. mai 2022 kl. 09:28

Leikirnir, ið sóu dagsins ljós dagin eftir Tórsbreyt varð tikin í nýtslu í 2008, hava sostatt 14 ár á baki.  

Leikirnir hava á hvørjum ári verið vælvitjaðir av ídnum og spentum børnum. 

Hetta eru leikirnir, har børnini sleppa at royna seg á 60 metra teininum, bóltkasti og longdarlopi.  

Samstundis, sum tey læra seg at hugsavna seg um egin úrslit, við at niðurskriva úrslitini á skreytblað, ið tey fáa útflýggja á staðnum og sum tey kunna taka við til næstu Stuttleikir fyri at samanbera úrslitini, sleppa tey at hava tað stuttligt og knýta saman vinarbond. 

Í Hvirluni vita vit, at íðkarir, ið hugsavna seg um egna menning frammum at kappast ímóti øðrum, í longdini mennast betri og skapa sær betri úrslit. 

Hetta er nakað av tí Hvirlan vil, ynskir og stendur fyri, at íðkarir okkara mennast í einum mennandi og stimbrandi umhvørvi og hava tað stuttligt saman. Eitt felag, har øll skulu føla seg vælkomnan. 

Stuttleikir eru fyri øll børn í landinum. Teir eru á Tórsbreyt, Annan Hvítusunnudag (mánadagin 6.juni) 2022 frá klokkan 13 – 15. 

Allir luttakarir fáa egi skreytblað. Tey, ið gjøgnumføra, fáa heiðursmerki. 

Tilmelding á www.atgongurmerki.fo ella á staðnum við at gjalda 75 krónur í reiðum peningi ella við flyting. 

Verið vælkomin til Stuttleikir 2022.