Fýra í verjuni: Her er byrjunaruppstillingin hjá Føroyum

Tað vera fýra mans í føroysku verjuni – og ikki fimm, sum gitt hevur verið um áðrenn dystin

Hørður Askham og Odmar Færø manna føroysku miðverjuna frá byrjan í dystinum móti Turkalandi (Mynd: Hans Erik Danielsen)
Sigurjón Einarsson, Istanbul
4. juni 2022 kl. 19:07

Skuldi tað vera ein verja við fýra ella fimm monnum? Tað var stóri spurningurin undan landsdystinum millum Turkaland og Føroyar á Basaksehir Fatih Terim-leikvøllinum í kvøld.

Men UEFA hevur almannakunngjørt byrjanaruppstillingina, og har sæst, at tað verða fýra mans í føroysku verjuni.

Gunnar Nielsen er í mál, René Shaki, Hørður Askham, Odmar Færø og Viljormur Davidsen spæla í verjuni. Fimm mans manna miðvøllin, meðan Patrik Johannesen er einsamallur maður frammi.

Byrjanaruppstillingin sær soleiðis út:

Gunnar Nielsen – René Shaki Joensen, Hørður Askham, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – Gilli Rólantsson, Hallur Hansson, Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar, Ari Mohr Jónsson – Patrik Johannesen