Táragass uttanfyri Parc de France
Portrini til Parc de France eru latin aftur og fleiri áskoðarar bíða uttanfyri at sleppa inn. Løgreglan hevur brúkt táragass móti viðhaldsfólkum
Sigurjón Einarsson
28. mai 2022 kl. 20:25
Tað er ruðuleiki uttanfyri Parc de France undan Champions League finaluni í kvøld. Dysturin skuldi byrja klokkan 20, men er útsettur í 36 minuttir, tí viðhaldsfólk bíða eftir at sleppa inn.
Men tey sleppa ikki inn í løtuni, tí portrini eru afturlatin. Miðlar boða frá, at løgreglan hevur brúkt táragass móti viðhaldsfólkum, sum bíða eftir at sleppa inn á leikvøllin.
Ikki júst tann besta byrjanin til ársins Champions League finalu.