Vunnu gull, silvur og bronsu í Danmark

Ungdómslandsliðið í badminton hevur hetta vikuskiftið verið til kappingina Danish Junior Open í Farum

Tíðindaskriv
31. mai 2022 kl. 09:06

Landsliðsvenjaratoymið valdi út ein hóp av ungdómsspælarum, sum hetta vikuskiftið hava verið til kappingina Danish Junior Open í Farum. Hetta er afturvendandi kapping, sum Badmintonsambandið í fleiri ár hevur meldað leikarar til, og leikarar úr nógvum londum luttaka.

Flestu føroysku leikararnir luttóku í A bólkinum. Sunnudagin 29. mai vóru finalurnar spældar, og tá dagurin varð liðugur høvdu føroysku spælararnir í A bólkinum vunnið trý gull, fýra silvur og seks bronsuheiðursmerkir.

Í ár luttók Ranja Joensen í úrvalsbólkinum E í Danish Junior Open. Her er støðið sera høgt, og Ranja tó stóð seg sera væl í øllum dystunum, spældi fleiri trý-settarar og vann onkran dyst.

Allir leikarar spældu góðar og javnar dystir, so Badmintonsambandið fegnast um mongu dugnaligu ungdómsleikararnar, ið vit hava í Føroyum. 

Úrslitini gjørdust hesi:

U17/19 A gentur, einmansleikur
Oddbjørg í Buð Justinussen, bronsu

U17/19 A dreingir, einmansleikur
Asbjørn H. Olsen, bronsu

U17/19 A dreingir, tvímansleikur
Asbjørn H. Olsen og Bjarti Vang, bronsu

U15 A gentur, einmansleikur
Birna Jacobsen, gull
Julianna í Heiðunum, silvur
Elisa Christiansdóttir og Eira Petersen, bronsu  

U15 A dreingir, einmansleikur
Tóki Guttesen, silvur

U15 A gentur, tvímansleikur
Birna Jacobsen og Julianna í Heiðunum, gull
Eira Petersen og Eyð L. Debess, silvur

U15 A blandaður tvímansleikur
Eyð L. Debess og Aron Rognsøy, gull
Julianna í Heiðunum og Tóki Guttesen, silvur
Birna Jacobsen og Markus Bjarnasson, bronsu