Landsliðið fyrireikar seg til nógva hitan

Nógvi hitin í Turkalandi verður ein avbjóðing leygarkvøldið, men ein partur av venjingunum er, at spælararnir venja seg við at spæla undir tílíkum umstøðum. Samrøða er við fysiska venjaran hjá landsliðnum, Magna Mohr

Magni Mohr er fysiskur venjari hjá A-landsliðnum við monnum (Mynd: www.fsf.fo)
Sigurjón Einarsson
1. juni 2022 kl. 14:00

A-landsliðið við monnum leggur í hesum døgum seinastu hond á fyrireikingarnar til UEFA Nations League dystin móti Turkalandi, sum verður á Başakşehir Fatih Terim Stadion í Istanbul leygardagin klokkan 19:45, føroyska tíð.

Ferðalagið kom til Turkalands seint mánakvøldið, og hevur síðani hildið til á Gloria Sports Arena í Antalya, har umstøðurnar eru framúr góðar.

Ein partur av fyrireikingunum er at venja seg við nógva hitin. Magni Mohr er fysiskur venjari hjá landsliðnum, og undir venjingini fyrrapartin mikudagin fekk FSF-Varpið orðið á Magna, ið greiddi frá, hvat spælararnir fáa burtur úr, at venja undir tílíkum umstøðum.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo