Fyrr í dag var lutakastið til HM- endaspælið hjá U18-kvinnum, sum verður í Norðurmakedonia í summar. Sannast má at føroysku U18-kvinnurnar endaðu í einum ógvuliga avbjóðandi og sterkum bólki.
Londini, sum eru í bólki C saman við føroysku kvinnunum eru Danmark, Portugal og Eysturríki. Talan er um trý ógvuliga sterk lið. Til U17 EM í fjør gjørdist Danmark nr. 4, Portugal nr. 10 og Eysturríki nr. 14. Tískil kann tað gerast trupult at spæla seg víðari úr bólkinum.
Tvey tey ovastu liðini úr bólkinum koma víðari til millumrunduna, har liðini spæla um plássini 1-16, meðan niðaru tvey liðini spæla millumrundu og um plássini 17-32. Til millumrunduna verður føroyski bólkurin, bólkur C, paraður við bólk D.
Sambært Hondbóltssamband Føroya, so byrja fyrireikingarnar til HM í summar longu komandi vikuskifti.
- Fyrireikingarnar til HM byrja longu komandi vikuskiftið, tá føroyska liðið fer til Íslands, har tær skulu leika tveir venjingardystir móti Íslandi, sum eisini skal luttaka til HM. Ísland og Føroyar hittast leygardagin 4. og sunnudagin 5. juni í Kórinn í Kopavági, báðar dagarnar kl. 15.30 føroyska tíð.
HM-kappingin verður eftir ætlan leikt í Skopje í Norðurmakedonia, í døgunum frá 30. juli til 10. august.