Føroyska landsliðið skal reisa seg aftur eftir keðiliga tapið í Istanbul leygarkvøldið. Føroyar skulu spæla á heimavølli móti Luksemborg í annaðkvøld, sum á útivølli vann 2-0 móti Litava, men í mun til dystin móti Turkalandi, so eru allir mans tøkir til dystin í annaðkvøld.
– Allir mans eru tøkir til dystin, so tað er positivt. Tað hevur verið nakað av ferðing seinastu dagarnar, so tað hevur verið týdningarmikið fyri spælararnar, at teir hava fingið hvílt seg eftir harða dystin leygarkvøldið. Vit spæla nógvar dystir upp á fáar dagar, so vit fáa tíverri ikki vant so nógv taktiskt millum dystirnar, sigur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson til tíðindafundin undan landsdystinum millum Føroyar og Luksemborg á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45.
Luksemborg hevur ment seg nógv seinastu árini. Liðið hevur millum annað spælt javnt móti stóru fótbóltstjóðini Fraklandi, og í seinastu undankappingini til HM-endaspælið í Katar, fekk Luksemborg níggju stig – tveir sigrar móti Aserbadjan og ein útisigur móti Írlandi.
Tí metir landsliðsvenjarin, at tað als ikki nøkur løtt uppgáva hjá føroyska landsliðnum í annaðkvøld.
– Teir dáma væl at hava bóltin nógv, og hava eisini leikarar, ið spæla á høgum støði til dagligt. Tey seinastu árini hevur Luksemborg eisini nationaliserað fleiri leikarar, millum annað úr Portugal, so hetta er eitt lið, sum dámar væl at spæla bólt, sigur Håkan.
Landsliðsvenjarin vísur tó á, at hóast Luksemborg vann 2-0 móti Litava farna leygardag, so hevði hann væntað sær meira av Luksemborg.
– Luksemborg hevði ikki bóltin so nógv, ið eg hevði væntað, at teir fóru at hava, men tað kann vera tað, at teir ikki eru so vanir at spæla á graslíki (leikvøllurin í Vilnius hevur nú graslíki, red.), so vónandi kann tað vera til okkara fyrimunar í annaðkvøld, greiðir landsliðsvenjarin frá.
Føroyski málverjin, Gunnar Nielsen, var eisini til tíðindafundin. Hann sigur, at føroyska liðið ætlar sær at vinna dystin í morgin, men at liðið fer at fáa brúk fyri hjálp frá Skansanum og føroysku áskoðarunum í annaðkvøld.
Landsdysturin millum Føroyar og Luksemborg verður á Tórsvølli í annaðkvøld, týskvøldið, klokkan 19.45.
Til ber at keypa atgongumerki her.