Heimatíðindi
Føroysk skip hava óbroytta kvotu í grønlendskum sjógvi í 2025
Samráðingarnar millum Føroyar og Grønland, sum vanliga hava verið hildnar í Keypmannahavn, vóru hesaferð í Tórshavn. Í sambandi við, at nýggi altjóða flogvøllurin í Nuuk verður tikin í nýtslu í næstum, eru londini samd um, at árligu fiskiveiðisamráðingarnar frameftir skulu haldast heima í Tórshavn og Nuuk