Ongi úrslit

Jóhann er aftur í Gundadali

Jóhann Hansson Joensen hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við B36

B36.fo
21. november 2024 kl. 16:21

Eftir útivið fýra ár aðrastaðni er Jóhann Hansson Joensen nú aftur til B36.

Hann hevur skrivað undir tvey ára sáttmála.

Jóhann hevði verið seks ferðir við á okkara besta mansliði, tá hann á sumri í 2021 flutti til EB/Streym, har Jákup Martin Joensen hevði hann undir hond. Undan kappingarbyrjan í 2023 flutti hann til 07 Vestur, og í ár hevur hann spælt fyri bæði B68 og EB/Streym.

Í 2025 fer fótbóltsbústaðurin so aftur at vera B36.

Jóhann er 23 ár. Hann er framrættaður spælari og hevur sambært FaroeSoccer spælt 91 dystir í bestu deildini, skrivar B36.

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26