Ongi úrslit

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið
25. juli kl. 15:26

Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið góðtaka ikki, at aðrar starvs- og lønartreytir skulu galda fyri teirra limir umborð á avloysaraskipinum Galaxy enn tær, sum eru galdandi fyri Smyril í sáttmálanum fyri SSL.

Feløgini lýsa tænastubann, og fráboðan verður send til ITF

- At Smyril má í dokk er sín søk, men vit fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at Strandferðslan og Fíggjarmálaráðið gera sær dælt av støðuni við at dumpa lønirnar á avloysaraskipinum.

Ongin sáttmáli ella sáttmálalíknandi avtala er gjørd fyri yvirmenninar á Galaxy, meðan skipið skal avloysa Smyril, og tí nokta vit okkara limum at gera tænastu umborð á skipinum.

Hesum hava vit í dag boðað Strandferðsluni og Fíggjarmálaráðnum frá.

Tað sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, FSN, um støðuna, nú Smyril um ein mánað skal í dokk, og grikska skipið Galaxy skal loysa av.

Eftir ætlanini hjá Strandferðsluni skulu tveir skiparar, tveir stýrimenn, tveir maskinmeistarar og átta dekkarar umborð sum føroysk manning afturat útlendsku manningini, ið er við skipinum.

FSN og Maskinmeistarafelagið draga eina línu í málinum og lýsa tænastubannið saman.

- Sjálvandi kunnu vit ikki góðtaka lønardumping. Vit kunnu bara lýsa tænastubann fyri okkara limir, men vit finna okkum tó heldur als ikki í, at útlendska manningin skal sigla undir verri sáttmálatreytum enn teimum, sum galda fyri Smyril, og tí boða vit eisini ITF frá støðuni, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

ITF (International Transport-workers Federation) er altjóða samgongan av fakfeløgum, hvørs limir starvast í flutningsvinnuni.

Smyril fer í dokk frá 23. august og einar átta vikur fram.

Annfinnur Garðalíð

- Vit fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at Strandferðslan og Fíggjarmálaráðið gera sær dælt av støðuni við at dumpa lønirnar á avloysaraskipinum, sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Arnfinn Bech

- Vit kunnu bara lýsa tænastubann fyri okkara limir, men vit finna okkum tó heldur als ikki í, at útlendska manningin skal sigla undir verri sáttmálatreytum enn teimum, sum galda fyri Smyril, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

29. juli kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26