Ongi úrslit

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
10. oktober kl. 13:15

Shaila Dam Jacobsen er 34 ára gomul og er útbúgvin sum marknaðarføringøkonom og sjúkrarøktarfrøðingur við sergrein innan kosmetiska sjúkrarøktarfrøði og make up artiskur

Síðani hon var smágenta hevur hon altíð ynskt at verið sjálvstøðug vinnurekandi. At valið fall uppá at lata upp egna klinikk, stóðst av, at hettar var nakað hon sá seg sjálvan megna avbera væl og eisini tí, tað var ein mangulvøra her í Føroyum. 

Shaina er ein vakurleikaklinikk, sum bjóðar ymiskar viðgerðir innan botox, fillers, skinboostara, hydrapen og ymiskt annað. Tildømis ber til at fáa viðgerð sum skal seta gongd á hárvøksur.

- siðani eg lat upp, merki eg væl, at fólk hava sakna hesar viðgerðirnar, ti eg havi kundar hvønn dag og er kundaskarin vaksandi fyri bæði kvinnur og menn her heima. Eg eri væl móttikin, frá tí eg lat upp. Føroyingar eru byrjaðir at vera meira opnir fyri teimum kosmetisku viðgerðunum, sigur Shaila

Hvar kom navni SHAINA frá ?

- Eg kom á navnið ti eg vildi tað skuldi vera nakað sum lysti eina betring og tí bleiv tað SHAINA, sigur hon
Fólk koma inn at bliva shain’aði og av tí at navn hennara er Shaila, so valdi hon at flætta tað saman við navn hennara. So tad er eitt uppspunnið orð, við at flætta navni, og tad sum hon ynskti, at kundin skuldi føla, eftir at hava verið i stólinum.

Íblásturin til at vera sjálvstøðugt vinnurekandi stavar frá pápa hennara, Birgir Dam Jacobsen.

- Eg eri uppvoksin við tí, tað liggur í genunum. Pápi mín hevur verið sjálvstøðugt vinnurekandi alt tað eg kann minnast, sigur Shaila


Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

Í gjár kl. 14:37