Ongi úrslit

Vit vóru noydd at siga nei

Forkvinnan í ÍSF sigur, at tað bar ikki til at taka ímóti donskum pengum, tí Oyggjaleikirnir eru fíggjaðir

Jonhard Hammer
20 tímar síðan

Elin Heðinsdóttir Joensen forkvinna í ÍSF váttar, at tey hava boðað donsku myndugleikunum frá, at tað ikki ber til at taka ímóti donskum pengum at fíggja Oyggjaleikirnar við.

-Tiltakið er fíggjað við pengum frá tí almenna í Føroyum og privatum stuðlum. Tað er avtalan, og tí ber tað ikki til at brúka danskar pengar í tí sambandi, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen forkvinna í ÍSF.

Forkvinnan skilir væl, um tað verður undrast á, at tað verður sagt nei takk til pengar, tí tað er altíð tørvur á pengum í ítróttinum.

-Kommunurnar og ÍSF samskifta um umstøður og karmar fyri leikirnar. Feløgini og ymsu greinarnar innan eitt nú frælsan ítrótt hava altíð brúk fyri pengum, men í hesum førinum ber ikki til at veita teimum hesar pengarnar, sum vóru oyramerktir til Oyggjaleikirnar. Tí hava vit boðað frá, at vit ikki hava brúk fyri pengunum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen forkvinna í ÍSF.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17