Ongi úrslit

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

Áki Bertholdsen
15. desember 2025 kl. 09:13

Nú fer løgtingið undir at viðgera størstu verkætlan í Føroya søgu. Tað er uppskotið um at projektera Suðuroyartunnilin og at bjóða arbeiðið út.

Tað eru nógv, sum eru ímóti verkætlanini, tí tey halda, at hon er alt ov dýrt fyri føroyska samfelagið.

Men nú Løgtingið fer undir at viðgera málið, hevur eitt sermerkt uppskot sæð dagsins ljós um, hvussu tunnilin kann fíggjast,

Tað er Óli M. Lassen, siviløkonomur og stjóri ráðgevarafyritøkuni, Mercon í Klaksvík, sum hevur sett uppskotið fram, og hann vil fegin, at Løgtingið tekur tað við í viðgerðini.

Hann sigur, verður farið undir Suðuroyartunnulin, er at tað avgerðandi, at tunnilin er framtíðartryggjaður. Og tí má hann - minst - hava somu breidd og hædd sum Eysturoyartunnilin.

Annars er ætlanin fyri fyriliggur, at Suðuroyartunnilin skal verða sum Sandoyartunnilin, ið ikki er líka víður sum Eysturoyartunnilin.

Men fyri at fíggja tunnilin, heldur Óli M. Lassen, at tað er sjálvsagt at bjóða NATO, ella USA at gera eina flotahavn í Suðuroy.

Hann heldur, at tað fer at geva okkum einar 200 milliónir í inntøku um árið.

Somuleiðis er sjálvsagt, at vit bjóða NATO, ella Danmark at gera eina radarstøð í Føroyum. Tað kunnu vit fáa einar 100 milliónir í leigu fyri um árið, sigur Óli M. Lassen.

– Soleiðis fáa vit fíggja verkætlanina Suðuroyartunnilin, uttan at hetta ávirkar føroysku fíggjarætlanina og búskapin, nevnivert, sigur Óli M. Lassen.

– Hetta er sjálvsagt, leggur hann afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

24. februar kl. 22:17

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

23 tímar síðan

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

13 tímar síðan