Javnaðarflokkurin hevur tikið nakrar merkisverdar avgerðir seinastu árini.
Sjúrður Skaale hevur frá Fólkatinginum (og facebook) sáað og sett flokskósina langt til høgru við sínum fremmandaótta og treytaleysa Ísraelsstuðli, og nú bjóðar veðurlagsavnoktarin, oljulobbyisturin og tann liberalistiski Ben Arabo seg fram fyri Javnaðarflokkin, sambært VP.fo.
Tað lýsir væl støðuna, at Ben Arabo stillar upp á listanum hjá Norðstreymoyar Javnaðarfelag, sama valfelag, sum Ingilín D. Strøm áður stillaði upp fyri.
Ingilín hevur tikið avgerð um ikki at stilla upp aftur og at fara í eitt annað starv. Tað er ein ærlig avgerð, og hon eigur rós uppiborið fyri stríðið. Hon hevur tey seinastu árini verið ein týðandi vinstragrøn rødd í Javnaðarflokkinum, politisku skipanini og í Føroyum sum heild. Hon hevur varpað ljós á og virkað fyri sosialum og umhvørvisligum rættvísi.
Ben Arabo hevur leingi verið virkin sum oljulobbyistur og sum ein, sum setir spurnartekn við ella beinleiðis avnoktar, at veðurlagsbroytingar eru mannaskaptar, tó at allir veðurlagsgranskarar (99,9%) vísa á, at so er [1]. Í 2019 undirskrivaðu 11.000 granskarar, at vit eru í einari veðurlagskreppu [2] – eitt hugtak, sum Ben Arabo hevur sagt er miðlaskapt. Í Dag og viku fyri nøkrum árum síðani (4/12-2020) vísti hann á, at “orðið ‘veðurlagskreppa’ er eitt sovorðið miðlaorð.”
Týdningarmesta orsøkin til tær mannaskaptu veðurlagsbroytingarnar er tann stóra nýtslan av fossilum brennievnum, sum Ben Arabo so gjarna vil, at vit skulu finna og brenna meira av.
Veðurlagslógin, sum samgongan við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn legði fram, datt tíverri burtur, tá ið løgtingsval varð útskrivað. Um hesa lóg segði nýggja valevni hjá Javnaðarflokkinum, at uppskotið skuldi koyrast í skrell.
Ben Arabo hevur, eins og partamaðurin Sjúrður Skaale, vart ísraelsku hópdrápini í Gaza við flosklum og uttanumtosi [3].
Herfyri setti Aksel V. Johannesen, løgmaður, sokallaðu nýskipanarnevndina við Ben Arabo sum formann. Løgmaður lovaði tá, at hann fór at seta alt í verk, sum nýskipanarnevndin kom við. Púra uttan fyrilit fyri, hvat uppskotini fóru at vera. Politiska skipanin skuldi gerast til eitt stempulkontór hjá nýskipanarnevndini. Nú kann løgmaður fáa formannin í nevndini við í sín egna tingbólk.
At Ingilín D. Strøm gevst er ein stórur missur fyri vinstragrønu rørsluna í Føroyum, tó at vit eisini hava onnur góð fólk. At Javnaðarflokkurin velur at stilla Ben Arabo upp lýsir væl kósina, sum flokkurin hevur sett seinastu tíðina: til høgru.
Aksel hevur víst á, at nú ber aftur til hjá Javnaðarflokkinum at samstarva við Fólkaflokkin. Tað er tó ikki Fólkaflokkurin, sum hevur broytt kós longur inn á miðjuna. Flokkurin er eins høgravendur sum áður. Tað er Javnaðarflokkurin, sum flytur seg til høgru.
Eirikur Lindenskov spyr í grein á in.fo, um Sjúrður Skaale og Ben Arabo fara at bjarga Aksel. Tað, sum vit kunnu siga fyri vissu er, at Javnaðarflokkurin hevur skift kós frá Ingilín Strøm til Sjúrð Skaale og Ben Arabo.
Tráin Petursson Nónklett
Keldur: