Í Føroyum hevur partafelagsskatturin verið 18 prosent. Men nýggja samgongan ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, hevur gjørt av, at nú skulu bankarnir rinda 22 prosent í partafelagsskatti. Tað er sami partafelagsskattur sum er í Danmark,
Og tað sást alt fyri eitt aftur í partabrævinum hjá Føroya Banka, tí í morgun er tað lækkað eit vet, ella næstan tvey prosent.
Tá ið tíðindafundurin um samgonguskjalið byrjaði, vóru partabrøvini í Føroya Banka 256 krónur verd, men ein hálvan tíma seinni var tað fallið niður í 252 krónur - síðani er tað kortini komið upp aftur á 253 krónur.
Tað er ikki ein stór lækking, men spurningurin er so, hvussu gongdin verður hesa næstu tíðina, tí tað er hugsandi, at tað eru ikki øll, sum hava lisið nýggja samgonguskjalið enn.