Ongi úrslit

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

Smyril sleppur ongan veg í morgin
Áki Bertholdsen
4. apríl kl. 10:41

Ferðafólkini, sum skuldu úr Suðuroy til Havnar við Smyrli í morgun, eru nú á veg í land aftur.

Smyril skuldi fara at Krambatanga nú klokkan 8.30, og har er rættiliga nógv ferðafólk við.

Men hann er ongan veg farin, tí hann hevur fingið tekniskt brek. Sum vit hava frætt, er tað pumpan til kølivatnið, sum er farin og enn er óvist, hvussu leingi tað tekur at umvæla tað.

Strandferðslan sigur, at túrurin í morgun verður so ikki sigldur, og heldur ikki túrurin av Havnini klokkan 11. Smyril sigur -vónandi- túrin av Krambatanga klokkan 17.30, sigur Strandferðslan.

Ferðafólkini hava fingið tilboð um at verða verandi umborð, men tey flestu eru farin á land aftur. Strandferðslan sigur, at er tað nakar, sum skal av landinum, verður roynt at finna útvegir fyri tí.

Tað gjørdi tað ikki lættari, at kunningi umborð var bara á føroyskum, so útlendsku ferðafólkini skiltu einki. Men vit frætta, at føroysku ferðafólkini, sum kenna útlendsk ferðafólk, sum skuldu við, hava greitt teimum frá støðuni

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07

Búskaparráðið: Samgongan ger beint øvugt av tí sum er rætt at gera

21. oktober kl. 08:36