Ongi úrslit

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

Áki Bertholdsen
5. apríl kl. 09:39

Tað var rættiliga nógv fólk í býnum í góðveðrinum í nátt og løgreglan sigur, at tað elvdi til nakað av trupulleikum.

Ein maður var so ólátaður og óstýriligur, at hann varð handtikin og hann fekk eina bót upp á 1.500 krónur fyri at bróta skilhaldsreglurnar.

Men í Føroyum hava vit eisini eina serliga halgidagslóg, sum tað kann verða ringt at navigera runt í og eisini tað elvdi til trupulleikar í nátt.

Í nátt - altso inn í páskadag - høvdu skeinkistøð loyvi at hava opið sum vanligt til klokkan fýra í nátt. Men aftan á midnátt var tað ikki loyvt at skipa fyri tí sum eitur »offentlig forlystelse« og tað merkir, at tað er ikki loyvt at dansa.

Tað má heldur ikki vera nakar larmur, sum kann órógva almenna friðin. Tað merkir, at tónleikur má ikki vera hart frá.

Løgreglan sigur, at tey vóru inni á fleiri skeinkistøðum og summastaðni vórðu tey biðin um at dempa tónleikin.

Men á einum skeinkistaði var so lítið skil á, at løgreglan gjørdi rætt og slætt av at steingja tað og at reka fólk á dyr.

Tað var á einum skeinkistaði Havn klokkan 02.45, og orsøkin til, at løgreglan fóru so harðliga til verka, var, at har var nógv meiri av fólki inni enn tey høvdu loyvi til og musikkurin var alt ov hart frá.

Tað kann fáa avleiðingar fyri tann, sum hevur ábyrgdina og hann skal - í minsta lagi - vænta sær eina bót.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

Í gjár kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01